Skip to main content

Putin-vaksina

 

Copilot hjá Microsoft gjørdi myndina meðan eg skrivaði

Tað var ikki so mikið sum uppskot at verða ársins orð, hóast tað kundi verið grundgivið væl og virðiliga fyri tí herheima. Putin-vaksina.

Ikki tí hon fæst á apoteki í dagsljósi ella hjá kommunulækna á resept, men tí at samanfallið, coherence, høpi, samanhangur og samfesti millum tveir bólkar er totalt, tá eg hyggi aftur á árið, ið brátt er farið.

Tey, ið fult lógliga og eins skilliga á fólksins almenni, Facebook, enn gera vart við, at tey vóru ímóti tí ágangi, tey sannførd upplivdu, tá vit øll gjøgnum miðlarnar og skúlaskipanina skuldu tvangsupplýsast og síðan gjøgnum heilsuverkið tvangsvaksinerast móti uppfunnu koronasmittuni covid-19, ikki bara eina ferð men fleiri ferðir, fyri ikki at verða sett uttanfyri alla luttøku og ávirkan í samfelagnum, og so tey, sum eins lógliga og skilliga á sama stað, serliga í hesum ári, hava gjørt vart við seg sum svorin viðhaldsfólk hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, og hansara krígs-, dráps- og bumbuinnrás í grannalandið Ukraina, at bjarga fólkinum har undan fyrst og fremst korrupsjón.

Eftir sita vit onnur, sum ikki eru í hesum inner wheel klubba, og undrast, hvat gongur fyri seg her hjá okkum og úti í heimi.

Er ein loynilig Putin-vaksina í umfari, sum føroysk samsint við rusnevskari nál deila teirra millum, og vit, sum í sama landi verða hildin uttanfyri, og ikki fáa ágóðan av?

Tað er ikki dagur, at eg ikki hyggi at BBC og øllum teim norðurlendsku almannarásunum, at fáa fakliga og fólksliga vitan um støðuna í Ukraina, beint nú við pseudo-samráðingunum í Florida sum karmi.

Samstundis er tað við stórum harmi, at eg hyggi at okkara vitanarveitara, Kringvarpinum, og einki síggi, heldur ikki í hinum heimlandsmiðlunum, um støðuna úti í heimi og so slettis ikki í Ukraina í dag, hóast fleiri vitarar eru okkara millum í dag. Hendir tað seg, at teir bera fram eitt líkinda sjónarmið, so er tað rættuliga vist ikki í einum føroyskum miðli.

Nú árið rennir út, má eg sanna, at uttanríkispolitiskt, reka vit sum bukka millum sengur í føroysku miðlunum. Takið tykkum nú saman og upplýsið okkum sum tað fyrsta, hvørt ein loynilig Putin-vaksina er í umfari, og hví hon bara koppsetur tey frammanundan sannførdu í Putinfrelsu, og ikki hini, sum tvíhalda um, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, er ársins hetja. Við fleiri bátslongdum.

Nýggársynskið er ein virkandi uttanríkisdeild í Kringvarpinum. Ella at tónað verður reint flagg av sama stað, hvar vit skulu skifta, at fáa røttu boðini um rættsinnið hjá Putin og korupsjónina hjá Zelensky. Ella um ein russisk vaksina, kanska eitt konsentrat úr Barentshavinum, fæst fyri tey vesturlendskt vantrúnu, the European backsliders.

Comments

Anonymous said…
Skilagóður sum altið og ein gløgg eygleiðing.Gott nýggjár Birgir😊
Birgir Kruse said…
Takk á sama hátt, og fyri at tú las :-)
Anonymous said…
Ja hatta er løgi. Onkur skilur kanska ikki hvat tú tosar um, tí tey hava ikki fingið við at verðin líka stillisliga hevur vent sær á vranguna. Fata ikki at tú beint fram stendur og sigur, at í Føroyum eru fólk sum halda uppá at Putin er hin góði, og Ukraina er korrupt og nazistiskt. At tú vísir til samanfall millum tey sum halda hetta, og tey sum halda at covid 19 var ein samansvørjing. Eg skal ikki leggja tær orð í munnin, men lúr meg um hesi ikki í stóran mun finnast á sokallaðu høgrasíðuni.

Í mínum ungdómi visti man hvør banditturin var, tað var Russland. Breið semja um allan vesturheimin. Atombumburnar vóru innstillaðar og óttin fyri ragnarok var hugtunga bakteppi fyri tilveruni. Nakrar vilstar sálir marsjeraðu niðan í Mjørkadal við skiltum sum søgdu “Nei til Nato”, og fingu av at vita frá Óla Breckman og co. Ongin ivi um hvat var vinstra og høgra. Tá so múrurin fall, kundi ÓB av røttum siga “hvat segði eg?” og tey vinstrahallu smoykin finna sær eitt stað at grava seg niður. Hendan opinlýsa sigur og moralska yvirtak kundi høgrasíðan til einhvørja tíð smyrja í fjesi á sínum mótstøðufólki.

Og nú kemur so tað púra óskiljandi. Høgrasíðan hevur valt at spæla hetta kortið fullkomuliga av hondini. Í høgravendum tíðindamiðlum sum Fox news og Newsmax, er Russland nú fyri órøttum. Ukraina hevur sjálvt skyldina av at tað er álopið av Russlandi. Nato er aggressor. Putin, sum var KGB agentur í sjálvtsama kommunistiska USSR, sum allur vesturheimurin skíggjaði, er nú ikki ein brutalur morderiskur despotur, men bara ein rationellur politikari. Sama uppáhald sæst á alskyns høgravendum kjattbólkum og eisini her í Føroyum. Tucker Carlson og aðrir ultrakonservativir kendir viðmerkjarar, sum hava milliónir av fylgjarum, viðganga opið at teir halda við Russlandi. Kenni persónliga onkran, ið sum ein pappageykur endurtekur hesa somu propaganda, sum algoritman fóðrar hann við. Framstandandi politikarar í fólkaflokkinum avvísa blankt tiltøk móti Russlandi, meðan vinstrasíðan harðliga hevur átala framferðina hjá Russlandi og hótt við revsitiltøkum (tó at tey ikki hava torað at gjøgnumført tey enn).

Her situr man,og skilur fullkomuliga slett onki. Alt vendir á høvðinum. Síggi eisini at kendur fyrrverandi fólkaflokspolitikkari/landsstýrismaður hevur givið úttrykk fyri somu undran og vantrúgv, yvir sínar samsintu á høgraveinginum. Hvar fór ketan av? Fullkomið søguloysi? Putin vaccina?

Hugsi sum tú Birgir, at eg kundi hugsað mær sjálvstøðug uttanríkistíðindir, sum settu ljós á hesi merkverdigu fyribrigdini. Tí hóast rákið er altjóða og týðiligtvís úr USA, so livir tað sítt besta lív her í Føroyum. Tað hevur alstóran týðning at seta ljóskastaran á hesar óunniligu ideologisku undistreymar, sum kunnu fáa realpolitiskan týðning áðrenn vit vita av.

Tá stórveldi sum USA óprovokerað hóttir Grønland sum er í rikisfelgsskapi við okkum, kann Russland ella onnur við sama rætti gera tað sama móti Føroyum. Tá er gott at vita hvar samhugin (sympatii) hjá okkara fólki er.
Birgir Kruse said…
Stóra tøkk fyri gott og klársýnt íkast. Tað er tað, okkum manglar. Kjak í almenna rúminum um føroysku støðuna í altjóða samfelagnum og samgongum. Takk fyri!