Skip to main content

Kundi valla verið verri

 

Ítrótturin er forferdiliga gumpetungur í hesi prime time transmissión eitt leygarkvøld. Tað havi eg ikki hoyrt, sæð ella upplivað fyrr í Kringvarpinum. Tvørturímóti.

Hóskvøldið var ein flott tónleikaproduktión í Kringvarpinum. Hendan, sum nú hevur koyrt við ítrótti í hálvan triðja tíma, er tað lægsta og vánaligasta eg havi sæð, ikki minst takkað verið fótbóltsvertinum suðuri í Sortudíki, sum har hevur tørv á at siga okkum, at hann hevur fingið nossini í klemmu í eini spandex drakt. Puff og øv at senda fólki eitt leygarkvøld.

Er tað stuttligt at hoyra, at ein havnamavir hevur fingið nossini í klemmu í eini føstulávintsrennidrakt í Havn, meðan hampafólk stása seg upp og hugna sær í Klaksvík? Púff, Tróndur, púff Kvf! So langt úti, at eg fái meg ikki…jú, hetta bleiv ov nógv, og mátti fáa nøkur orð á loggin.

Og fokking verturin í Havn, hann blívur við. Og nú er besta innslag móti endanum: sangarin Beinir!

Hvør hevur produserað hetta fyri KVF?

Uppafturtøka, sum gamaní er eitt av endamálunum í eini árligari yvirlitssending, men staku lutirnir eru eftir mínum frægastu fatanarevnum lítið samanhangandi og serstakliga langdrignir. 

Langa innslagið um ítróttafólk mitt í sendingini hoyrdi ongastaðni heima. Vatnhamar og teir skuldu ikki verið við yvirhøvur. Tónleikurin ljóðaði illa, og skuldi fallið meira natúrliga inn í sendingina. Og Jana tosaði alt ov leingi at enda.

Men hinvegin - eg eri ikki av fremstu ítróttafjepparum, men tó skal sigast, at eg eri ein av ídnastu Kringvarpslurtarum og -hyggjarum, og meini meg hava skil fyri miðlaframleiðslu, og kunna siga, at hetta stóð ikki nakað kappingarmát. Whatsoever.

Eitt leygarkvøld at renna seg í ein ógongdan miðlamúr, sum ikki slepst uppum. Tað var ikki gott, nú vit skuldu fagna ítróttini, og ístaðin rendu okkum í respektleyst ósamanhangandi vrøvl.

Í miðlahøpi kundi tað valla verið verri, ítrótt ella ikki.

Bara mín eyðmjúka meining, förstås. 

Comments

Anonymous said…
Samdur viðv. tí tekniska, manglandi samanhangi og so aaaalt ov langdrigin innsløg. Tó so, Tróndur, Tróndur og Obby var so tað einasta sum hjálpti uppá eina, annars alt ov langdrigna sending.
Anonymous said…
Púra samdur.
Eitt tað vánaligasta KVF hevur gjørt.
Microfonir tendraðar tá tær skuldu veri sløktar. Ikki bara einaferð.

Tillukku til øll í vunnu.

Men KVF undir alt lágmark
Anonymous said…
Sannheitin er at varpið ikki kann brúkast til slíkt
Anonymous said…
KVF Eg týmdi ikki at hoyra maraton indsløgini frá einum og øllum ídtottar fólkunum, eg flutti yvur á arða rás.
Anonymous said…
Forferdiliga gumpetungur er tann ið ikki sjálvur møtir upp til eitt tiltak. Hatta var ikki um film ella eitt filmstiltak yvirhøvur. Um tað var gott ella ikki fyri hyggjarin er líkamikið so leingi tey røttu fingu sín heiður. Varpið og Klaksvík er vælegna til flest øll tiltøk, eisni hetta. So tit "forferdiliga gumpetungu" sofa profetar møti upp næstu ferð.
Anonymous said…
Ikki gelda tey fáu, ið siga tað ið fellur teimum inn.
Mesta vit fáa er reint og spýggjandi politisk korrekt. At hoyra eitt menniskja er eitt vælsignilsi.
Vit hava ríkiligt at censuri.
Tey særtu og fornermusligu mugu læra seg at gloyma og koma víðari.
Anonymous said…
So sera samd vid B.Kruse. Hatta var barasta Ikki gott. Rótut,langdrygið og keðiligt.
Anonymous said…
Hann kundi havt sagt "eistini" og ikki "nossini", tað hevði uttan iva bjargað sendingini.
Anonymous said…
púra einig,Birgir