Skip to main content

Posts

Are you sure you are ready for this?

Tað er sum í einum Bunuel filmi, tá vit sunnudagin setast til borðs í matstovuni Basil um hornið á hotellinum, har vit búgva, mitt í San Francisco. Við næsta borð setast tvey pør, eitt bourgeoise franskt og eitt outlaw amerikanskt. Tey filma hvørt annað og kanska er tað ikki uttan orsøk. Undir pink parykki er franska kvinnan klødd í svørtum leðri, stuttum skjúrti og snørdum vesti við snøggum holum á bringuni, har tað sum kvinnur vanliga fjala, springur fram fyri alra manna eygu. Við middagsborðið í staði Sankta Frans í kirkjutíð. Vit eru so paff at eg gloymi at avmynda, hóast hon greitt poserar. Vit hava rent okkum í árliga tiltakið Folsom Street Fair, sum er oman eftir allari gøtuni, sunnan fyri Market Street,  so langt eygað sær.  - Are you sure you are ready for this? spyr vakturin við inngongdina, tá vit forvitnast. Helst eru tað bara vit, ið er ónormal í øllum býlinginum, tí vit eru sunnudagsklødd eftir teim forskriftum vit hava lært heimanífrá. - Ah, you’re G

Matthew Workman

Leygardagin hittu vit Matthew Workman á hotellinum í San Francicsco. Hann hevði koyrt í egnum bili, einum grønum Subaru stationcar, í heilar seks tímar, bara at møta okkum. Hann hevði mikrofonina við og vildi geva aftur nakað av tí ovurhonds blíðskapi, hann hevði møtt í Føroyum tær tríggjar ferðirnar, hann hevði vitja har. Matthew er sjónvarpsjournalistur í Medford í Oregon og er maðurin handan The Faroe Island Podcast , sum útvarpið hevur sent brot úr mikumorgnar í summar. Sambandið til Føroya er íkomið saman við Tollaki Hansen og Elini Brimheim Heinesen. Eftir eitt prát á hotellinum tóku vit taxa til Nob Hill, har Matthew bjóðaði døgurða á Yabbies Costal Kitchen. Vit fingu vælsmakkandi hummara og surf and turf , rækjur og kálv. Hóast Matthew helt at hummarin frá Hera Simonsen var hin allar besti, so fær matstovan Yabbies heilt góð ummæli í Zagat. Eftir máltíðina gingu vit niðan brøttu brekkuna at fáa ís frá Swensen’s omaná. Sum smádrongur plagdi Matthew at koma her við pápanu

Bussar, bøkur og brekkur

Reyða brúgvin um gylta liðið, Golden Gate Bridge, dagar upp úr mjørkanum og vit eru í San Francisco. Terje avmyndar mjørkan, sum rullar inn í flógvan. Droymdi fyrstu náttina, at heimligi geografurin klamsaði hurina, tá eg vildi kalla býin Sankta Frans. Eg brávaknaði og ásannaði at her skulu vit búgva fýra dagar millum marglittar bussar, flipputar bøkur og steyrrættar brekkur, mitt í býnum. Marglittu bussarnir er av ymsum slag og tykjast eysturevropeiskir, heldur enn stórbýaramerikanskir. Her eru eisini gomlu lunnavagnarnir, sum koyra oman á Fisherman’s Wharf meðan konduktørurin stendur á bremsunum og við handakraft snarar vognin á endastøðini, so hann kann koyra hin vegin aftur. Í City Lights bókahandlinum er vanliga úrvalið við beat og beatnik, sum var hip í 1965 og longur aftur. Bókahandlarin er sum vant í ringum lag, men í lestrarrúminum á loftinum finni eg kortini eitt nýtt yrkingasavn, Good Poems - American Places , sum Garrison Keillor hevur sett saman, ætlað f