Skip to main content

Posts

G! er Gott!

Fríggjadagin læntu vit Mercedes kampingbilin hjá Eiriki og koyrdu til Syðrugøtu, har vit parkeraðu í gamla grótbrotinum omanfyri bygdina, meðan mánin setti yvir Gøtueiði. Á hesum teini plagdu vit at savna fløskur fram við vegnum. Altíð í teirri síðuni, sum var ímóti ferðsluni, so vit sóu føraran. Aldri hinumegin, tí so fingu vit bilin i ryggin. Tað segði omma. Absalon og eg savnaðu einaferð so nógvar fløskur, at vit keyptu øll marengs, sum bakarin í Norðragøtu átti. 50 ár seinni er alt broytt og ørindini eru at fara á G!Festival. Skip og bátar vagga á vágni og síggjast millum húsini í hvørjum skoti, frá gomlu Fiskamjølsfabrikkini og Turkihúsinum og yvir í bygdina. Fjølmiðlamenninir Jens Jákup Hansen úr Kringvarpinum og Jan Arnskov úr Danmarks Radio standa vakt við hegnið millum gomlu húsini í Syðrugøtu meðan bátar strúka aftur og fram eftir víkini. Komin inn um hegnið uppdagi eg ein nýggjan trend, at posera , at eygleiða fotografin og gera seg til fyri honum.