Skip to main content

Posts

Dagsins orð

Nú greitt er, at einvegis tíðinda- og tilfarsfloymurin úr Danmarks Radio og norður til okkara fer at steðga, tí lógin um Uppavsrætt púra óvæntað kom á okkum, er rímiligvís onkur, sum harmast, meðan flestu stórfegnast. Tí kom mær til hugs dagsins orð, boppudólgur , ið sipar til 'dreng, som dier sin mor længere end sædvanligt', sum føroysk-danska orðabókin hjá Sprotanum sigur. Hetta hugfarsliga og ikki sørt skemtiliga orð, boppudólgur , fann eg í kjallaranum í Miðlahúsinum í dag, har Eirikur Lindenskov lat meg sleppa at blaða í Sosialinum frá 1980'unum, tá eg ummældi føroyskt sjónvarp í leygardagsblaðnum undir yvirskriftini ' Hygg og Hoyr '. Eftir at hava blaðað í hond eina løtu og kent, hvussu avíspappír og svart hvítt prent var fyrr, kom eg fram á yvirskriftina Boppudólgur í vesturferð  tann 7. mars 1987: Umframt at ummæli tá vóru beint fram og uttan innballað fyrivarni, var eisini ein miðlakritisk siðvenja, har framstandandi persónar søgdu sína mei

Strongurin til DR kliptur

Í kvøld hoyrdust tey gleðiligu tíðindi, at Danmarks Radio hevur sagt upp samstarvssáttmálan við okkara egna Kringvarp um at endursenda og samsenda danskt fjølmiðlatilfar her, mest sum ókeypis. Orsøkin er at finna í nýggju føroysku Upphavsrættindalógini, sum Føroya løgting samtykti 23. apríl í ár. Myndina av Kringvarpsstjóranum, Dia Midjord, tók eg 31. august í fjør, tá hann tók yvir eftir Anniku Mittún. Tað kann ikki annað enn metast sum ein bati av teim heilt sjáldsomu, at einvegis nalvastrongurin úr Danmark til Føroya, tá tað ræður um tíðindi, referansur, reportasjur, filmar og prime time undirhald, verður kliptur, tí at Danmarks Radio, sambært Upphavsrættindalógini, ikki longur kann forsvara at senda tilfar nærum ókeypis til okkara. Nú kunnu vit sleppa úr hesum óynskta bundinskapi og lata upp fyri øðrum norðurlendskum almannarásum. Og kanska orka vit eisini at knýta nýggj sambond við grannalond í Norðuratlantshavi, so sum Skotland, Írland og Kanada. Hóast hetta er ein púra óv

Forlagið MS

Í tíðindaskrivi frá Mentunargrunni Studentafelagsins og Føroyaprenti verður sagt í dag, at partarnir hava stovnað smápartafelagið Forlagið MS við endamálinum at geva út bøkur og annað, sum hevur samband við hetta. Jógvan Isaksen, sum omanfyri er avmyndaður á bókamessu í Göteborg, er nevndarformaður og forlagsleiðari. Forlagið hevur í nógv ár verið rikið av Jógvani einsamallum, tey seinastu árini í neyvum samstarvi við júst Føroyaprent. Jon Hestoy úr Føroyaprenti er tí stjóri í nýstovnaða forlagnum. Jón avmyndaði eg á bókamessu í Frankfurt í fyrrárið. - Tann broyting, sum nú fer fram, er gjørd fyri at tryggja forlagið í vónandi mong ár, siga umboðini fyri smápartafelagið Forlagið MS í tíðindaskrivinum. Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var Yrkingar (1914) eftir Janus Djurhuus, og rokna vit eftir hesi útgávu, so fyllir forlagið hundrað

Er Jake Bugg framtíðin?

Einaferð segði amerikanski ummælarin Jon Landau um ein 25 ára gamlan sangara: 'I saw rock and roll future and its name is Bruce Springsteen!' Í dag er Bruce 64, og í gjár hoyrdi eg 19 ára gamla Jake Bugg, sum er úr Nottingham í Bretlandi, syngja Slumville Sunrise   í sendingini Skavlan . Haldi, eg fari at endurtaka 39 ára gomlu orðini hjá 64 ára gamla Landau, og so skifta navnið út við Bugg, Jake Bugg. Eg havi í hvussu er gjørt mær ein nýggjan spælilista á Spotify . Hvat heldur tú um Jake Bugg?

Smápartafelagið Kufóður

Í nítjan ár hava vit, 10-15 mans, møtst til jólaborðhald við góðum samspæli og sangi. Í ár vóru vit Milson Zachariasen, Hallur Joensen, Jóan Petur Hansen (Beddi), Ragnar í Vík, Sonhard Johanessen, Oddbjørn Vágslíð, Petur Rouch, Jóhan á Plógv, Jóhannes Jacobsen (Jóanes í Uppsulum) og eg sjálvur. Ymisku hølini á ymsu støðunum hava altíð verið hugnalig við góðari matskrá og so sangbókini hjá Hank Williams. Seinastu árini hava vit slakað nakað um krøvini, bara at syngja Hank Williams, til eisini at syngja føroyskar klassikarar sum Lívið hjá Teimum av Kamarinum og Sjómaður kvøður hjá Simma og Teimum. Hesuferð savnaðust vit í hugnaliga kjallaranum hjá Gepetto í Kráargøtu í Klaksvík, har Hallur sat fyri borðendanum og skipaði fyri kapping millum norðanmenn og sunnanmenn at gita, hvør sang eina góða og langa røð av ymsum jólasangum, sum vit hoyrdu í stuttligum ljóðbrotum. Kring borðið var dúgliga gitt og skrivað, hvør mundi eiga ymsu røddirnar og útsetingarnar av sangum sum White Chr

Tóroddur tilnevndur

30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall , út á egnum forlag, er Tóroddur Poulsen í uppskotið at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina 2014 fyri vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir , við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum. Tað er forlagið í Støplum, sum gav út mynd- og orðlistasavnið Fjalir , sum byggir á prent úr Steinprenti. John Dalsgarð, til vinstru niðanfyri, hevur lagt bókina til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi. Inger Smærup Sørensen hevur umsett Fjalir til danskt. Aftanfyri yrkjaran, ið sæst til høgru, fekk eg eygað á eina grøn-brúna grafiska mynd niðri á Klingrugólvinum í Norðurlandahúsinum við áskrftini Tað er her at orðini koma inn í myndina . Eg keyptina hana uppá standandi fót. Til listaverkið omanfyri hoyrir henda yrking í savninum Fjalir : Vøgguvísa møðin hesin gamli rustaði bussurin er troyttur av at vera eg lættari hevði at verið ein bátur rik

Filmur og hvalur

Steintór Rasmussen eigur handritið og sangirnar, sum dótturin Rakul Ró syngur, í nýggja filminum um Trølla Pætur og Trølla Ommuna, Dýr er barnaverð , ið varð frumsýndur í Atlantis bio í dag. Umframt trøllini, sum eru klipt nógv niður, eru politistarnar, Erling og Jógvan, við í filmaðu søguni, sum varar ein tíma. Filmurin lýsir eina familju, har foreldrini arbeiða nógv og hava lítið og einki samband við børnini. Eina dagin gongur sonurin seg fastan í fjøllunum og trøllini koma til hjálpar við tyrlu og løgreglu. Zacharias Hammer hevur filmað. Eftir sýningina koyra vit aftur til Havnar. Við Áir í Sundalagnum síggja vit Bjarna Mikkelsen, sum er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, og kendasti føroyingur úti í heimi, tí milliónir hava sæð hann seta hol á ein deyðan avgust, sum fór í luftina, meðan Bjarki Thomsen, sum er á niðaru myndini, filmaði. Hvalastøðin við Áir lat upp í 1906 og lat aftur í 1984. Hetta tíðarskeið komu tilsamans 4.454 hvalir á støðina. Í velmaktstíðini vóru 5