Undir yvirskriftini Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini boðar forlagið Sprotin frá nýggjari bókaútgávu hóskvøldið, nú leikstjórin Eyðun Johannessen verður 80 ár leygardagin hin 28. apríl. Omanfyri havi eg avmyndað Eyðun í Reinsarínum fyrsta sunnudag í advent í fjør, dagin eftir at Carl Johan Jensen fylti 60, og sama forlag legði fram nýggjastu bókina Sær, ein fuglabók av gloymsku . Tveir dagar undan føðingardegnum hjá Eyðuni, hóskvøldið tann 26. apríl kl 21, verður nýggja bókin, sum hevur fingið heitið Míni leikapetti , løgd fram í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ikki er ringt at gita, hvat fyrsta orðið er í kapitlinum Reyða húsið , sum kann lesast her . Giti nú. Livandi permuna eigur Tórbjørn Olsen. Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listal