Skip to main content

Posts

Barnaútvarp fyri vaksin

  Í vikuni hevur nýggjur public service sáttmáli fyri Kringvarpið verið fyri í Tinginum. Hin triði í søguni. Er tað nakað, sum kann øsa tingfólk upp, so er tað Kringvarpið.  Eini tingmaðurin, hann hevur ta útbúgving, ið flestu meta sum heimsins bestu, sigur fyrst, at vit hava ikki eitt, men trý útvørp, og í seinnu tingmannaútbering verður útvarpstalið til fimm føroysk útvørp, tí vit hava fimm útvørp og ikki bara eitt, vil hann vera við. Er tað nakað, sum tingmenn og ódefinerað kjakfólk í skýmaskotum kunnu fáa um skrúvuna, so er tað Kringvarpið, ella heilt spesifikt - Útvarpið. Tað hava øll eina meining um, tí har er alt trunkað saman. Morgunlestur ta einu løtuna og Jimi Hendrix hina løtuna. Alt til øll uppá eingang. Men kristni fyrst. Tí er gott, at sáttmálin millum tað almenna og Kringvarpið aftur er komin í ljósmála. Tað hevur hann ikki verið í longri tíð. Katastrofan hevði verið, um útvarpið varð slókt, tá sáttmálin ikki var til, ella ikki var í gildi. Ábyrgdarøkið fyri Kri

Eru tey eldru ynskt á arbeiðsmarknaðinum?

Ert tú ein ageistur, spyr uppslagið í London. Fyrst haldi eg, at hetta er ein nýggj grein av New Age, men so síggi eg eina avís, sum eg kann taka heimvið. Har kann eg skanna eina QR kotu, og fáa nærri at vita um ageism, sum er eitt bretskt tiltak hin 20. mars. Tá fara tey í felagsskapinum Age Without Limits at savna fólk, at gera almenningin varugan við mest burturtagda og tó skjótast vaksandi svullin í bretska samfelagnum. Tað er at gera mun á fólki vegna aldur. Aldursmismunur, ageism, sum felagsskapurin Age Without Limits hevur sett sær fyri at upplýsa um. Komin úr undurfullu og samhaldsføstu Føroyum varð eg sum sligin á nevið.  Felagsskapurin upplýsir, at mismunur vegna aldur, ageism, kemur fyri í fleiri gerandisligum førum, frá práti við vinfólk til yvirskriftir í avísunum og í egnum royndum á arbeiðsplássinum.  Felagsskapurin sigur víðari, at “Negative attitudes to ageing are widespread across society - and older people are often portrayed in a way that reinforces negative associ

Heimsfilmur í Tindhólmi

  Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki. Hóast dagsins miðlar mangan verða mettir sum grunnir, kunnu teir eisini fevna gomlum søgum. Tað er gott, tí júst tær kunnu hava eina dýpd, sum blinkstrandi nútíðin sjálvdan fær, og tí ofta kann hava fyri neyðini. Um ikki annað fyri at steðga á og grunda yvir tilveruna eitt bil.  Til dømis við søguni um drongin, Peter Pan, sum ikki vildi blíva vaksin. Úr tónleikinum kenna vit kanska best Michael Jackson, sum tók heitið á ævintýraoynni úr júst hesi søgu, og kallaði bústaðin Neverland. Upprunin er fiktivi persónurin, Peter Pan, sum skotski Sir James Matthew Barrie (1860-1937) fyrstu ferð skrivaði um í 1902, og gjørdi til sjónleikin um Drongin, ið ikki vildi blíva vaksin í 1904. Í 1911 skrivaði Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá Disney e

Livandi orðið í Løkshøll

Hóskvøldið vóru Heini í Skorini og Bjørn Kunoy í Løkshøll og greiddu frá um Palestina fyri og eftir 1948, og um ST sáttmálan um fólkadráp frá sama ári.  Heini krøkti illustrativt í tað sannkenning, at palestinar enn tann dag í dag hava ein symbolskan lykil hangandi í køkinum, sum ímynd av vónini um at venda heimaftur til húsini hjá ættfedrunum í økjunum, sum ísraelar tóku eftir Balfour deklaratiónina og frameftir, og enn gera við ólógligum búsetingum á Vestara áarbakka, samstundis sum palestinsk skúlabørn verða steðgað og kanna í tímar bara fyri at sleppa í skúla.  Neyvan er nakað evni so væl dokumentarað sum holocaust, ið føroyska skúlaverkið eisini trúliga hevur implementerað eftir samtykt í løgtinginum síðan 2019.  Afturat hesum kemur ídnið frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn at útvega film um modernaða Ísrael at vísa í Føroyum. Umframt nevndu búsetingar hevur afturvendandi evnið verið kynspolitiskt, so opinskárað og viðurkennandi, sum eg ikki havi sæð fyrr, har sendiharrin h

Uni vigar Virgar

Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald.  Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil.  Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði.  Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend og vendir sær

Johan Galtung í tíðindunum

Um vikuskiftið andaðist norski friðargranskarin, Johan Galtung, í Bærum, 93 ára gamal. Hann var ein av teimum, ið stovnaði Institutt for fredsforskning í Oslo í 1959, og skapti kjak og skrivaði bøkur um støðuna í heiminum, sum vit studentar hjá Zakariasi Wang kundu lesa og kjakast um í samfelagsfaki í hálvfjerðsunum, tá kjak var kjak. Ikki minst í spurninginum, hvat onnur halda henda á bygd, fyri at brúka heitið á bókini hjá eins norska Ottar Brox, sum Zakaris týddi. Tað var ikki óstuttligt. Eitt var konflikttrýkanturin hjá Galtung um beinleiðis ágang, skipaðan ágang, ella mentanarligan ágang, serliga hjá hvítum, bæði søguliga og samtíðarliga, í triðja heiminum, og so var tað myndilin fyri tíðindaflutning úr tí fremmanda, sum skapti heilt serligt kjak og gjørdist nakað, ið setti seg. Ikki minst í miðlafatanini. Tí hvør er tað, sum kemur í miðlarnar, og hvønn halda tey, sum arbeiða í miðlunum, at tey sum hyggja, hoyra og lesa, ynskja á breddan? Hvør dugnar hvørjum í maktsentrifuguni, su

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður.

Næsta byggistig fyri kommuvalið

Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág. Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”.  Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, skriva