Skip to main content

Verkamaðurin og leiklistin: Weekend á deildini

Tað várar fyri fyri føroyskari leiklist. Hóast vetur er á deildini og hon er afturlatin, hava vit nógv og gott í væntu, tá Gríma hin 17. mars fer at frumsýna nýggja leikin hjá Jóannesi Neilsen Eitir nakað land Weekend. Í gjár var høvið at lúra á Meiarínum.

Birgir Kruse
Sjónleikur

At hjarta Jóannesar Nielsen slær hart fyri Skipasmiðjuni er einki nýtt. Hann hevur bæði yrkt, leikað og barst fyri hesum staði og teim, sum har virka. Men hin 17. mars síggja vit hesa staðfesting í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn.

Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin Eitir nakað land Weekend. Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipasmiðjustjóranum Poul Mohr. Tað var treytin, tá Skipasmiðjan, kvitt og fritt, lat pallin til nýggja leikin á gamla Meirarínum. Enn ein hugfarslig staðfesting av, at vinnan og mentanin kunnu ganga hond í hond. Jú, tað várar fyri leiklistini í Føroyum.

Kveikjandi leikrit

Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta skeiðið. Hin fyrri var Krypilin frá Inishmaan. -Munurin er, at hesin er føroyskur, sigur Eyðun Johannessen, sum er leikstjóri. - Nú ber altíð til at ringa til høvundan og spyrja, kjakst og laga til, so best fæst burturúr, sigur ein vælhýrdur leikstjóri, sum samstundis hugleiðir um bæði Shakespeare og Ibsen. - Hetta er gott leikrit, sum beinan vegin kveikti, sigur Eyðun um tekstin hjá Jóannesi.

Jú, sanniliga, tað várar. Her kennist ein lívsæl vón í gamla Meiarínum. - Eins og Krypilin er hetta ein oyggjaleikur, sigur Eyðun - Men hesuferð heima hjá okkum og ikki fyrr í tíðini, men beint ídag!

Hvar fór Johanna?

Meðan Eyðun grundar yvir Ibsen og hansara Noru, vil hann reisa spurningin um Johannu. Tað er ein av teim seks leiklutunum í nýggja leikinum hjá Jóannesi.

Eins og fýra onnur er Johanna á afturlatnari deild. Er hon sjúk? Er hon sjúklingur? Hetta fær Ega Dam at viðmerkja, at landið alt er ein stongd deild. Katarin Nolsøe, sum hevur leiklutin sum Johanna á afturlatnu deildini, nevnir heilaárið. Ein heppin avgerð, at seta ljós á henda part í samfelagnum, júst nú.

Men heilaárið hevði eg ikki í huganum, skundar Jóannes sær at siga. Og so er kjakið ígongd í hesum livandi umhvørvi.

- Hetta eru tey gaggaðu sum vit siga. Her hitta vit tey mest forpíndu í samfelagnum, sigur Eyðun, sum greiðir frá, at tey í fyrireikinginum hava havt samband við professionell fólk á afturlatnari deild.

Hóast leikurin ikki er dokumentatión, hava tvær deildarsjúkrasystrar lisið handritið. Tær hildu fyri, at hetta handrit Jóannesar var sum at lesa dagbók av deildini. - Hetta er gerandisdagur okkara, søgdu tær.

Tveir dagar undan hevði høvundurin tó fingið leikritið aftur í høvdið við boðunum um, at tað var ónýtiligt. Soleiðis er so mangt. Vit sansa samtíðina so ymiskt, sum júst er eitt av akkerspunktunum í leikinum, skilji eg.

Hvørt ár verða 400 føroyingar innlagdir á afturlatna deild. - Tey eru okkara medmenniksju, sigur leikstjórin. - Og eg haldi, at tey sansa okkara sansaleysu tíð best, sigur Eyðun Johannesen.

Hvagar Johanna fer, hundrað ár eftir Noru, kunnu vit enn bara gita um. Várdagin hin 17. mars fæst svarið.

Jól og Jesus

Leikurin Eitir nakað land Weekend fer fram í samtíð okkara í tíðarskeiðnum frá november til út móti páskum. Í einum broti, sum sýnt varð á gamla Meiarínum í gjár, vóru vit á jólum.

Jól og Jesus eru samrøðuevnið, meðan tey pynta á deildini. Fýra sjúklingar. Fimti sjúklingurin, sum hevur hildið seg kúrran eina løtu, kemur inn á pallin. Intens og støðugt sigarettroykjandi.


- Eg stríðst gjøgnum lívsins brøttu aldubrot, sigur hon patetisk og avdúkar ertandi men desperata láturin, vit kenna úr Krypilinum. Jú, hetta er Kristina. Jól eru á deldini og í knøppum orðum og keipum kenna vit lívssøgu hennara. Frálíkt.

Egi Dam fær um ein endan og kastar seg út í eitt anarkistiskt skemt kring jól og jólahald. Tá eg hoyri orðið kotelettakirkjan, kenni eg stuttliga penn Jóannessar. Tvífalt frálíkt.

Leikarar eru Katarina Nolsøe, Egi Dam, Hans Tórgarð, Birita Mohr og Kristina Hansen. Tey eru øll sjúklingar, sum, tá saman um kemur, tó helst munnu verða frískastu fólk í landinum. Einasti leikari, sum ikki er sjúklingur á afturlatnari deild, er Kári Øster. Hann er maður Jóhannu (Katarina Nolsøe).

Fruktagóði ivin

Høvundurin Jóannes Nielsen vil við leiki sínum sáa ein fruktagóðan iva, so áskoðarin eftir loknan leik kann fara heim - ríkaður. Um egnu samtíð okkara og um hvat rørist og hevur týdning í dagsins Føroyum.


- Hendir tað, so eri eg nøgdur, sigur Jóannes, sum í Rithøvundabókini avdúkar, at hann er forelskaður í Føroyum.

Sunnudagin fær Jóannes handað tær ikki færri enn hundrað túsund krónurnar, sum var fyrsta virðislønin í leikritakappingini hjá Leikpalli Føroya.

Sunnudagin verður harafturat lisið úr sjey av teim níggju leikritunum, sum komu inn til kappingina hjá Leikpalli Føroya. Hátíðarløtan og upplesturin verður á gamla Meiarínum klokkan 16. Tiltakið er alment og ókeypis. Jú, várið er longu gróðursett

Sosialurin 16. februar 2001