Skip to main content

Mentunarsending við paraply




Ummæli, Olav Enomoto, Sosialurin 5. februar 2003:

Ótrúligt er tað at hoyra, hvussu miðvíst og væl tilrættislagdar sendingarnar hjá Birgir Kruse eru fyri at boða loysingarboðskapin.

Vælsmakkandi:

Við síni blíðu, yvirbevísandi rødd ruddar Birgir Kruse slóð fyri loysingarveinginum inn í okkara stovur og lindi. Sjálvur ger hann ikki tað praktiska arbeiðið, men virkar sum ein viti fyri tann boðskap, sum skal beina okkum lurtaranum á kós.

Pedagogiskt:

Eg vil geva Paula Nielsen rektara á Læraraskúlanum eitt 11-tal fyri pedagogik og framløgu. Væl varð greitt frá, hvussu ófrælsar Føroyar eru sum so mong onnur lond, og eisini hvussu føroyska fólkið bleiv hildið niðri av ávísum afturhaldskreftum, bæði í skúla og á tingi. Kelduvalið var gott og valdu endurgevingarnar vóru enn betri. Eitt 13-tal hevði verðið uppiborið, um hendan grein ikki bleiv skrivað.

Fjølmiðlaábyrgd:

Skilligt er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgdina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann halda ótarnað fram og eisini fyri at slíkar sendingarnar, sum núverandi lógmálaráðharri luttøk í í kreppuárunum kunnu halda áfram. Væsignað einum sjálvumog gerðum sínum.

Somu tíð sama boðskap:

Nú báðir tveir eru Hard Core tilhangarar hjá tjóðveldisflokkinum. So manglar bara, at eftir yvirtøkuni av fjølmiðlaábyrgdini verða yndisligu svensku songfuglarnir kveistraðir burtur og 200 spælir lagið: "Hvis tú ikki ert við upp á loysing, so ert tú skítklikkaður". Ja takk, eina mentunarsending við paraply

Ummæli, Olav Enomoto, Sosialurin 5. februar 2003