Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð blaðar í Harry Potter, sum flestu føroysku børn lesa (Mynd: Birgir Kruse)
Í áhugaverdari tíðargrein í Sosialinum skrivar Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð um hví føroysk børn ikki tíma at lesa. Arnbjørn trívir í ymsu kanningarnar, sum javnan eru frammi í miðlunum:
"Tá ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú ein dagin aftur visti at siga, at føroysk børn duga ikki nóg væl at lesa, og tá ið tey somu fólkini góvu tey somu svarini um, hví støðan er sum hon er, undraði tað meg enn eina ferð, at ongin spyr børnini."
Við hesi spennandi vinkling byrjar tíðargreinin. Vinklingin, ella eygberingin, er ikki bara staðfestandi, men eisini atfinnandi mótvegis skúla, gransking og útgávupolitikki. Nógv bendir á, at vit koma ikki úr stað, men standa og tøva. Naggatódn er komin í. Fyri ikki at siga forstoppilsi.
Arnbjørn endar tíðargreinina við hesum orðum: "Lat okkum fáa samtíðina inn í føroyska list, serstakliga inn í føroyskar bókmentir. Tá hevði áhugin hjá føroyskum, ungum sum gomlum, fyri at lesa ivaleyst vaksið munandi, og lesiførleikin hevði kanska eisini blivið betri enn í dag."
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð er formaður í Rithøvundafelagnum.