Í nøkur ár hava býarbussar í Reykjavík koyrt við hydrogeni. Í London hava tey eisini tikið undir við hesi hugsan um nýggja orkukeldu. Teir reyðu bussarnir verða “grønir” sum á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse)
Nú kemur ein filmur, sum á føroyskum sigur søguna um hvussu hydrogen verður til og kann brúkast sum orkukelda. Filmurin vísir, hvussu hydrogen fæst úr vatni og varðandi orkukeldum, hvussu hydrogen kann goymast, hvussu ein brennicella virkar og evnafrøðina aftan fyri hesi fyribrigdi.
Umframt á føroyskum, er filmurin eisini á grønlendskum og donskum máli.
Tað er íslendska fyritøkan Gagarin, ið hevur gjørt samvirkna undirvísingarfilmin um hydrogen. Guðný Káradóttir, stjóri, upplýsir at føroyska útgávan verður liðug í mai 2008. Jens-Peter B. Henriksen samskipar verkætlanina. Hann er menningarleiðari í grønlendska orkufelagsskapinum Nukissiorfiit, Grønlands Energiforsyning, í Nuuk.
Gagarin, ið er fremsta íslendska margmiðlarframleiðslan innan undirvísing, gjørdi filmin á íslendskum og enskum fyri Íslendsk Nýorka í 2003. Gagarin varð stovnað í 1994. Har starvast trettan fólk.
Íslendska heitið á filminum er Vetni sem orkuberi framtíðarinnar, meðan enska heitið er Hydrogen, the energy carrier of the future.