Í sambandi við evnisarbeiði hevur Sunneva Mohr, pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla, valt bestu føroysku barnasendingina (Foto: Birgir Kruse)
- Barnasendingin Rógvi og Drekin, sum Páll Danielsen hevur gjørt í samstarvið við Kringvarp Føroya, er eftir mínum tykki besta barnasending, ið er gjørd í Føroyum í nýggjari tíð. Tað sigur Sunneva Mohr, nú flokkur hennara, 3P á Føroya Læraraskúla, í viku 18 hevur viðgjørt føroyskar fjølmiðlar og samskift millum børn við nútímas tøkni, tað veri seg sum SMS, tjatt ella blogg.
Sunneva gevur barnasendingini hetta skoðsmál:

Ein dagin Rógvi og Drekin eru úti og spæla, verða teir gandaðir inn í eitt myndatól, sum rullar út á sjógv. Sendingin snýr seg um, hvat teir fáast við inni í myndatólinum, ið liggur á havsins botni. Fyri at fáa tíðina at ganga, gera teir nógv stuttligt, teir sigla við myndatólinum, práta og spæla ymisk spøl. Í hvørjari sending vil Drekin hava Rógva út at finna okkurt spennandi djór, ið teir kanna og hyggja at.
Tað eru nógvir faktorar, ið gera sendingina serliga góða. Millum annað hugflogið, litirnir og ferðin á sendingini. Myndatólið verður til ein undirvatnsbát, ið Rógvi og Drekin sigla við. Litirnir eru sterkir og tað er við til at fanga áhugan hjá børnunum. Eisini er ferðin á sendingini hóskandi til aldursbólkin. Um ferðin er ov lág, kann barnið skjótt keðast.
Rógvi og Drekin eru tveir áhugaverdir, fittir, stuttligir og litríkir “persónar”, ið tú onkursvegna gerst glaður og hugtikin av. At sendingin er gjørd og upptikin í Føroyum ger sendingina betri enn aðrar. Umframt at verða litrík, stuttlig og undirhaldandi, lærir hon børnini um lívið og ríkidømi í sjónum, sum flestu børn í Føroyum kenna nakað til. Málburðurin er góður og orðavalið er hóskandi til tann aldursbólkin, ið eg meti, at sendingin er ætla.
Samanumtikið ein góð, mennandi og nútíðarhóskandi barnasending, ið eg gevi mítt besta viðmæli.
Sunneva Mohr ped. lesandi á Føroya Læraraskúla 30.04.2008