
Í dag eru 25 ár liðin síðani Norðurlandahúsið lat upp. Sjey stjórar hava stjórnað húsinum hesi árini. Teir eru Steen A. Cold úr Danmark 1983-1984, Hjörtur Pálsson úr Íslandi 1984-1985, Karin Flodström úr Svøríki 1985-1989, Jan Kløvstad úr Noregi 1989-1994, Peter Turtschaninoff úr Finnlandi 1994-1999, Helga Hjörvar úr Ísland 1999-2005 og núverandi stjórin danski Niels Halm, ið tók við í 2005.
Meginpartin av skeiðnum, tá íslendska Helga Hjörvar var stjóri í Norðurlandahúsinum, untist mær at arbeiða við marknaðarviðurskiftum har í húsinum. Uppgávan var at fáa nýggjar aktivitetir og nýggjar brúkarabólkar í húsið.
Norðurlandahúsið er tann stovnur, ið hevur havt so nógv tey bestu ráðini til marknaðarføring og átøk, tá umræður mentan og list í Føroyum. Misjavnt hevur verið, hvussu hetta hevur sæst aftur hjá teim sjey stjórunum. Onkuntíð frágerða væl.
Tá eg 1. februar 2004 gavst í Norðurlandahúsinum, varð samkoma og røður vórðu hildnar. Sjálvur hugleiddi eg um tær ferðirnar, eg varð biðin at vísa fremmandafólki runt í hesum gjøgnumskygda húsi og segði millum annað:
“Vísir tú fremmanda fólki runt her í Norðurlandahúsinum, kinesarum ella øðrum, so kemst ikki uttan um at tú á sama hátt gert tær hugsanir um bygningin. Og tey, sum skulu verði í bygninginum. Menniskjuni, brúkararnar, tey vitjandi og tey arbeiðandi.
Ja, sum frá líður lesur tú tína hugsan um arbeiði inn í teir veggir, tú ert umgyrdur av. Hvør er hetta fyri ein bygningur?
Í hesum lesturi, millum veggin og teg, gongur upp fyri tær, at fleirfunktionelli bygningurin Norðurlandahúsið er ímyndin av modernaða menniskjanum.”
Øll talan, Tala millum veggja frá 28. januar 2004, kann lesast við at leita ovast í vinstra horni, ella við at klikkja á evnið Norðurlandahúsið í myrkagrøna bordanum til høgru. Tá koma sjey ymsar greinar um Norðurlandahúsið fram.
Norðurlandahúsið er ein arkitektoniska perla, sum liggur væl í lendinum. Tí ynskja vit øll Norðurlandahúsinum hjartaliga tillukku við teim 25 árunum í dag.