Floksfelagarnir Jóhan Petur, Birgir, Hans og Martin í túnin hjá Martini í Purkugerði 5 í Havn. Martin greiðir frá um søgulig støð á farleiðini um Kirkjubøreyn. Floksfelagin Poul Muller, bóndi í Havnardali. Jóhan Petur heldur Fjallataluna. Allir fýra samlaðir við talarastólin í Reynsmúlalág. Niðast sæst Hans við ikki sørt av lesull. Tað var ikki gamalt, at tjøldrini í Kirkjubø komu illa fyri av lesull (Myndir: Birgir Kruse og annars sjálvútloysarin)
Góðveðrið í dag nýttu nógv til útferð. Eitt nú gomlu floksfelagarnir Martin, Hans, Jóhan Petur og Birgir. Vit fýra gingu ein túr um Kirkjubøreyn, steðgaðu í Reynsmúlalág og gingu oman í Kirkjubø.
Niðan frá Sandá møttu vit enn einum gomlum floksfelaga, Poul Muller, sum er bóndi í Havnardali. Sum sæst var veðrið av tí fagrasta.