Skip to main content

Summarmyndir úr Suðurstreymi












Ovast sæst nýfolaða føroyska fylið "Bestla" einsamalt á fold, síðani Elin í Jákupsstovu, fylið og ryssan og ryssan og fylið framman fyri húsunum í Havnardali. Gásarhúsið er í Norðardali, meðan føroyska gásarparið við teim 13 ungunum er í Havnardali. Forvitnu ungneytini vóru avmyndaði á Royndarstøðini í Kollfjarðardali, har eisini tveir tarvar eina løtu samdust um at draga sama strá, meðan Ole royndi at seta fokus á svarta tarvin, ið hevur ring í nøsini. Bygdarmyndin við køsti, bili og stara á mønuni er úr Norðardali, har Ole fann eitt so fitt heimalamb. Djóralæknin Bergur Hansen kannar eyguni á hestinum hjá Rúnu Hilduberg í Havnardali. At enda ein metamynd av Ole, ið avmyndar eina yndismynd: dýr og bygging. Framstigið er ikki at steðga. Hvør er tað ikki dýrt, hetta motiv í Havnardali. (Myndir: Birgir Kruse)

Eitt lítið sindur at útferðarhugi, eitt kamera, ein bilur og so liggjandi góðveður. Ikki skal meri til at varnast, hvussu lív og litir spretta á hvørjari túgvu. ”Har vantar bert tað, at tú varnast tí,” sum sangurin Nánd sigur.

4,72 GB av summarmyndum spurdist burturúr, tá Ole Wich og eg koyrdu runt í Suðurstreymi týsdagin 13. mai 2008. Uppgávan var at taka myndir av húsdýrum til eina skúlabók. Og eg skal lova fyri at vit funnu myndaevni. Tey skortaðu ikki henda sólskinsdag. Húsdýr í øllum litum og støddum.

Stutta teinin av Velbastað og fram í Kollfjarðardal tóku vit túsundir av myndum. Millum annað funnu vit fram til eitt nýfolað føroyskt fyl Bestla hjá Elini og Hjalta í Jákupsstovu í Havnardali og fýra sprelskar tarvar á Royndarstøðini í Kollfjarðardali. Og vit sum hildu, at bara kunstigur tarvur var til, vit vóru sum slidnir á nevið.

Og so eru tað tær spennandi støðurnar og søgurnar, sum bara eru har og í summarlotinum aftur minna okkum á strofuna úr sanginum ”Har vantar bert tað, at tú varnast tí.”

Í Havnardali er nógvir vakrir hestar, ein arabari til dømis. Men ein spennandi støða kom í, tá djóralæknin kom framvið og kannaði ein hest hjá Rúnu Hilduberg. Tá uppdagaði eg at læknataskan hjá Bergi Hansen er úr stáli. Tað visti eg ikki.

Men myndin, ið ikki kann lúgva og sigur meira enn túsund orð, hon staðfestir hesa nýggju vitan. Og vitan er eisini uppliving. Tað veit eg frá hesum summardegi í Suðurstreymi.

Sí meir um føroyska rossið, ættartalvur og myndir, á: www.rossid.com