Marjun Ziskason, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, við bókini um Arna og telduna, har førleikin at skriva teldupost er umráðandi (Mynd: Birgir Kruse)
Føroysk skúlabókagerð hevur flutt seg fram til nútíðina. Í nýggjari bókarøð, ætla yngstu skúlabørnunum, er tað í eina førinum teldupostur, ið ber søguna.
Á bakpermuni á bókini Arni og teldan stendur at lesa:
"Virgar og Arni eru bestu vinir, men nú fer Virgar at flyta. Arna dámar tað einki. Hann verður púra einsamallur. Virgar sigur, at teir bara kunnu skriva saman. Men Arni dugir ikki at senda teldupost..."
Og so byrjar lesieggjandi søgan um Arna og telduna.
Søgan um Arna og telduna er ein av sjey bókum, ið eru lættar at lesa. Bókarøðin, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag, nevnast Krabbabøkur. Alexandur Kristiansen hevur umsett søguna um Arna og telduna.
Og søgurnar fara heilt út í cyberspace. Ella í minsta lagi kjakið um tær. Hendrik Jacobsen frá KT-deplinum sigur, at arbeiðspláss hansara hevur játtað Bókadeild Føroya Lærarafelags og Skúlabókagrunninum at leggja eina stevnu við tilfari um Krabbabøkurnar til lærarar í fólkaskúlanum.
- Stevnan er nú á skriviborðinum hjá fólkaskúlalærarum. Kunning um stevnuna er í henni. Vónandi verður stevnan til gagns.Um onkur heldur, at stevnan er til ónáðir, so ber til at strika hana aftur, sigur Hendrik í fráboðan til allar lærarar.
Tað sum lærarar rópa stevna er eitt kjakforum.
Tær fyrstu sjey bøkurnar í Krabbarøðini eru:
Pál ansar kettuni eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt.
Gev mær posan, Rói eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt.
Rói og Sanna eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt-
Reyði bilurin eftir Knud Hermansen, Hjørdis Heindriksdóttir.
Magnus eftir Jim Højberg, Alexandur Kristiansen hevur týtt.
Arni og teldan eftir Rita Bitsch, Alexandur Kristiansen hevur týtt.
Ninna og Kára og nýggj vinaløg eftir Katrine Marie Guldager, Borghild Sjúrðarberg hevur týtt.
Sum sæst eru allar bøkurnar týddar. Nú restar bara at viðgera heimlig viðurskifti á hesum spennandi øki. Helst eru Føroyar tað samfelag, ið hevur flestar teldur. Helst eru Føroyar eisini tað samfelag, har Microsoft hevur størsta marknaðarpart. Hetta merkir heilt vist uppvøksturin hjá føroyskum børnum.