Skip to main content

Útifundur í Tórsbyrgi


Formaðurin í Eigarafelagnum Meta og orðstýrarin Heðin M. Klein. Frammfyri er hundurin hjá Gutta. Í góðveðrinum varð atkvøtt við at rætta hondina upp (Myndir: Birgir Kruse)

Á fyrsta sinni hevur nevndin í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi skipa fyri útifundi. Tað var í góðveðrinum 17. mai 2008, tá lýst var til eykaaðalfund um hitaskipan og felagshús.

Veðrið var so mikið gott, at semja var millum fundarfólkið at sita uttandura.

Formaðurin Meta legði fyri og Heðin varð valdur at stjórna fundinum. Alt gekk væl og atkvøtt var við at rætta hondina upp. Bæði uppskot vóru samtykt uttan mótmæli.