Skip to main content

At vitja fedrana upphav



Ovast sker Sissel føroyskt rugbreyð, meðan Oddmar sker skerpikjøt í íbúðini hjá Jógvani Berg í miðbýnum í Havn. Leygarmorgunin var morgunmatur í Tórsbyrgi. Aftanfyri tær tríggjar, Anne Berit Landsverk, Sissel Berg og Svanaug Roe, á niðastu myndini, sæst Nólsoy, har tær fara at ein túr sunnudagin (Myndir: Birgir Kruse)

Saman við tveimum vinkonum, Anne Berit Landsverk og Svanaug Roe, er systkinabarnið Sissel Berg er á ferð í Føroyum. Tær búgva í frálíkari penthouse íbúð hjá Jógvan Berg, mitt í býnum. Umframt at vitja í Gøtu, hevði Sissel trý ynski: at smakka skerpikjøt, turran fisk og grind.

Sissel er dóttir Arnold Berg úr Gøtugjógv. Hann fór 14 ára gamal til Danmarkar, har hann lærdi til skræddara í Keypmannahavn. 19 ára gamal kom hann til Notodden í Telemark í Noregi, har hann skuldi vitja familju. Har møtti hann Bodil, og sum frá leið giftust tey og fingu tvær døtur, Bente og Sissel. Tey búsettust í Tinnesgata dygst við Tinnelven. Arnold fekk starv í klædnahandili á høvuðsgøtuni í býnum. Tá eigarin doyði, tók Arnold yvir og handilin fekk navnið Arnold Berg AS. Dóttirin, Sissel, førir virksemi víðari við trimum handlum, einum í Notodden og tveir í Kongsberg. Arnold doyði fyri 11 árum síðani.