So eru vit komin norður í Napa dalin, ið er so víðagitin fyri vín. Vit koyra í einum rúmligum Chrysler Van frá bilaleigufelagnum Dollar. Vit steðgaðu fyrst í lítla vakra býnum Sausalito, har myndin av Birgir er tikin. Síðani steðgaðu vit í Yountville í Napa Valley at keypa mat til dagin og vegin. Lokali handilsmaðurin, Bruce, viðmælti okkum eitt serligt lokalt vínmerkið, Handley, ið dyrkar italsku Primitivo drúvuna. - A strong Zin, sum hann segði. Innivist fyri náttina hava vit funnið longur norðuri í lítla vínbýnum St. Helena á hotellinum við høvuðsvegin, The St. Helena Hotel, ið hevur virkað síðani 1881. Hotellið er eyðkent fyri stóra dukkusavnið, sum fyrsta vertinnan átti. Hon er langt síðani deyð og dótturin rektur hotellið víðari. Í reseptiónini tók fryntliga Catherine ímóti okkum og gav okkum bestu rúmini, hotellið átti - the Lilly Langtry Suite. Til høgru á diskinum stendur ein 80 ára gomul Shirley Temple dukka. Í forhøllini er internet, har Jógvan og Hanus royna sambandið. Og væl gongst. Tí kanst tú nú lesa hetta. Vit steðga her í tvær nætur.