Myndir: Birgir skrivar seg inn hjá Google. Kristoffer Evensen tekur ímóti og bjóðar døgurða í grøna garðinum. Unn og Kristoffer skifta orð um teldutøkni og arbeiði um landamørk. The Growing Connection er heitið á verkætlan um mat, umhvørvisvernd og orku. Reyðu dyrnar føra lúkst innar til teir báðar, ið stovnaðu Google. Modell av rúmdarskipinum Galactic. Birgir og Kristoffer siga farvæl (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse)
Meðan flestu føroyingar gjørdu seg klarar til midnáttarsangin á ólavsøku, vóru vit á vitja hjá Google í Mountain View í Silicone Valley. Hetta er høvuðsborgin hjá Google, nevnd GooglePlex. Fyriktøkan, ið er heimsins sterkasta brand, hevur tíggju ár á baki. Bara á hesum staði starvast 6000 fólk.
Kristoffer Evensen hevur boðið okkum á vitjan. Hann er úr Oslo, men arbeiðir hjá Google í Dublin, har hann er leiðari av partnership-deildini.
Í løtuni verða útvið túsund føroyskar skúlabøkur, sum Føroya Skúlabókagrunnur varar av, lisnar inn, so tær kunnu takast fram í skipanini Google Book Search. Talgilda innlesingin fer fram í grannabýnum Sunnyvale, har Google hevur eina deild, sum bara fæst við bøkur.
Tað var hugtakandi at ganga runt í bygningunum hjá Google. Heimsins sterkasta brand er samstundis tað mest avslappaða arbeiðsplássið eg havi upplivað. Starvsfólkarøktin er í hásæti, øll trívast og hava tað stuttligt við teirra avbjóðingum. – Men summerfrítíðin í Evropa er munin betri enn her í Amerika, sigur Kristoffer, sum javnan fer úr Dublin at loysa uppgávur hjá Google í Mountain View, tí einki er sum tann persónliga kontaktin, sigur hann.
Arbeitt verður flekstíð frá 6-9 um morgunin og til 16-20 um kvøldið. Ókeypis matstovur, ið borðreiða ymist, eru í øllum deildunum. Matur fæst morgun, middag og kvøld og til ber at fáa máltíðir heim til alt húskið. Samstundis verður dentur lagdur á heilsurøkt. Her er spinning og workout, og í einum svimjihyli kanst tú svimja móti streyminum.
Í felagsgarðinum verða plantur dyrkaðar, so gott salat fæst til allar ársins máltíðir. Á tekjunum eru sólfangarar, so Google er sjálvforsýnandi við elstreymi, ið eisini fær vaskimaskinurnar at snurra, so øll hava rein klæði, uttan at binda tíðina til vask.
Til ber at hava hund og súkklu við inn í arbeiðsrúmini. Bussarnir, ið koyra til og frá arbeiði, hava tráðleyst internetsamband og pláss til súkklurnar. Millum bygningarnar hjá Google ber til at koyra og renna á altskyns hjólum.
Arbeiðsumhvørvið er avslappað og einki sást til stress, sjálvt ikki tá undirritaði avmyndaði dyrnar inn til teir báðar stjórarnar, ið grundaðu Google fyri tíggju árum síðani. Men eg fekk tó eina ábending um ikki at taka fleiri myndir.
Sum skipan er bygnaðurin flatur. Øll hava altíð atgongd til leiðarar og stjórar. Her síggjast eingi mappudýr og ikki ein einasti klædningur, attachémappa ella onnur súmbol, sum ímynda makt, móta og mæti.
– Tvær ferðir um vikuna hava vit fund við starvsfelagarnar í USA um stórskerm, ið virkar sum eitt forlongt skrivstovuborð, har hann stendur í Dublin, sigur Kristoffer og leggur dentin á at telesambandið og tøknin er í topp.
Talvur og spæliborð eru alla staðni og fólk kunnu sita, sum teim lystir. Í einum rúmi er massasja og í stórum, opnum rúmum eru stabil tjøld sett upp. Her kunnu skrivstovur og fundarhøli vera eina tíð. Alt samalt í einum opnum, stillførum og gjøgnumskygdum umhvørvi, har øll starvsfólk hava eitt til felags – gleðina at arbeiða júst á hesum staði.
Undir einum lofti hongur eitt modell av rúmdarskipinum Galactic hjá Richard Branson. Rúmdin hevur stóran áhuga hjá Google, ikki minst tí at grannin eitir NASA. Fyri stuttum hava teir báðir, ið stovnaðu Google, gjørt avtalu við NASA at byggja ein granskingardepil, ið fevnir um alt teirra grundøki. Afturfyri sleppur NASA at brúka privatflogfarið hjá Google-ánarunum, sum so aftur sleppa at lenda hjá NASA.
- Hjarnuuppgávan er at leita og støðugt at duga betur at leita, sigur Kristoffer og leggur afturat at onkuntíð kann verða, at tey fara av leið og fortapa seg í øðrum viðurskiftum enn tí, sum alt snýr seg um – at skipa heimsins bestu leiting. Tað er hjarnuuppgávan hjá Google, sigur Kristoffer.
Google byrjaði í einum bilskúri, har tveir ungir menn høvdu gjørt eina heimasíðu. Eftir hálvan annan tíma er vitjanin í GooglePlex av. – Hugsa tær, at so nógv kann spyrjast burturúr bara einari heimasíðu, sigur Hanus, tá frálíka máltíðin var farin niður um.
Vit takkaðu fyri okkum á bilplássinum hjá Google og góvu fryntliga Kristoffer eina gávu úr Føroyum. Tjóðardagin fekk hann bókina Faroe Islands Today, har Sigrið Rasmussen í tjóðbúnað prýðir permuna. Harafturat fekk Kristoffer eitt eintak av mest seldu føroysku fløguni í ár – Pickin’ Time in Nashville, sum Hallur Joensen syngur.
- Eg droymi um ein túr til Føroya í seglbátinum hjá okkum, sum er 42 føtur. Har afturat kemur, at kona mín arbeiðir á kunningardeildini hjá Patrick Wallace, ið er stjóri á írska tjóðarsavninum Irish National Museum. – Júst nú hevur danska víkinaskipið Havhingsten verið á vitjan í Dublin og tá var stórur áhugi fyri Roskilde og víkingasavninum har. So hvør veit, kanska knýta vit øll hesi áhugamál saman og koma til Føroya, sigur ein brosandi Kristoffer Evensen at enda í grøna og burðardygga umhvørvinum hjá Google í Mountain View.