Herfyri hevði blaðið Vinnuvitan grein um tekstin, tú nú situr og lesur – bloggin hjá mær. Eftir drúgt prát um mangt og hvat í kunningar- og vitanarsamfelagnum, komu vit inn á rótfesta føroyska lyndið at happa. Frá slupptíðini, rukkan umborð, til cyberspace, har fólk verða hongd út fyri mangt og hvat. Varpaði út á geilar sum át fyri hundi og heyki. Púra sakleys.
Vanliga halda vit at markleysa cyberspace er ruddað fyri slíkari bygdasligheit og øðrum staðbundnum ónodlum, tí her hava vit alheimin fyri okkum. Men føroyska happingarlyndið hevur eydnast at fáa innivist í cyberspace. Ein fastan føroyskan happingarkrók á fyrstu parkett. Happingarkrókurin í cyberspace eitir Nymfo.
Leita vit í keldulistanum á happingarnetstaðnum Nymfo finna vit hesi leitorðini: skemt, myndir, skeg, kul, spøl, tónleikur, nym, nymfo, sex, feitt, gott, link, links, leinkjur, slóðir. Hann, ið skipar fyri, sigur at Nymfo er ”Síðan sum fær øll at flenna”.
Fyrrverandi landsliðsvenjarin hevur verið eitt seiglívað happingaroffur hjá Nymfo. Og nógv onnur fólk eisini, men eisini stavivillur á Portalinum og programmfeilir í Kringvarpinum. Ájú.
Í dag vil happingarnetstaðurin Nymfo vera við at tveir hvalir eru strandaðir í Havn. Hvalirnir eru borgarstjórin og formaðurin í Futt. Var hatta stuttligt? Vísti handa upplýsingin aftur til skemt og øll hini leitorðini hjá Nymfo?
Erlig talt XXXXX (eg kenni eigaran), er føroysk happingarmentan nakað at dyrka í cyberspace? Nei, eg bara spyrji soleiðis, ein leygardag í november. Tí eg haldi, at føroyingar eiga annað og meir enn happing at leggja afturat mentanarvarðanum í cyberspace. Livst, so happast. Eg meini spyrst.