Birgir á hesti í Reiðhøllini. Jón Johansen er hestastuðulspedagogur (Myndir: Petur Rouch)
Fyri fyrstu ferð fekk eg høvið at ríða á hesti, nú Kontríklubbin, alias Smápartafelagið Kúfóður hevði ársaðalfund í Havnardali. Ella lat okkum siga sita á hesti. Tað var ikki so nógv ríðing. Í hvussu er ikki av tí slagnum vit síggja frá rodeo kappingum. Tað er ein undarlig, siglandi kensla at sita á hesti. Og so skalt tú halda javnvágini, bæði í saðilinum og við fótunum. Tað er ein krevjandi samskipan av førleikum.