Skip to main content

World of Warcraft - eftir midnátt




Tað er midnátt og nýggja World of Warcraft spælið er á marknaðinum. 16 ára gomlu Ari og Sjúrður við motocross og skutara frammanfyri SMS. Niðri undir, øll tey ungu, ið bíðaðu eftir at SMS lat upp eftir midnátt, vildu fegin posera. Niðast Hanus við nýggja World of Warcraft spælinum í Farodane City (Myndir: Birgir Kruse)

Á midnátt kom nýtt spæl av slagnum World of Warcraft á marknaðin. Hetta vælumtókta telduspæl varð sett til sølu ein minutt eftir midnatt í kvøld.

Fleiri ung høvdu funnið saman við SMS-dyrnar, har tey bíðaðu og hugnaðu sær. Umframt skutarar og cross knallertir, vóru eisini nakrir spælarar so til árs komnir at teir høvdu bil. Teir høvdu latið viðførisrúmið upp, so seigur og tungur hiphop tónleikur kundi fylla túnið í SMS.

Eldru spælararnir møttu í Farodane City, har teir í frið og náðum kundu keypa nýggja spælið og fara ósæddir heim.

Fleiri av teim yngru í SMS túninum høvdu bílagt spælið, ið hevur 12 ára aldursmark og frámerki um banniorð og harðskap.

Í spælinum eru fleiri stig, klassar, ið hava heiti sum warrior, mage, priest og so framvegis. Nýggjasta stig í hesum spælinum er death knight.

- Eg fari beint heim at gera ein character, sum skal eita Hvalatonn, sigur Hanus eftir at hava keypt spælið í Farodane City.

World of Warcraft spælið fer fram í kavaklædda víkingalandinum Northrend.

Heimasíðan hjá World of Warcraft lýsir spælið soleiðis:

As a massively multiplayer online game, World of Warcraft enables thousands of players to come together online and battle against the world and each other. Players from across the globe can leave the real world behind and undertake grand quests and heroic exploits in a land of fantastic adventure.