Skip to main content

Hetta er okkara Pippi


Noomi Rapace, ovast, hevur leiklutin sum Lisbeth Salander. Innan filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hevði Jógvan Isaksen fyrilestur um krimifilm og samanbar Firenze í renneseansuni við Føroyar. Í báðum førum er fólkatalið 50.000. Hugtakandi samanbering. Ytst til høgru liggur gerðabókin hjá Filmslistafelagnum, skrivað í Havnar Bio 3. oktober 1962 (Myndir: Nordisk Film og Birgir Kruse)

Svenski rithøvundurin Jan Guillou hevur givið filminum Menn, ið hata kvinnur best hugsandi reklamu. Svenska skrivimaskinan Guillou sigur, at Lisbeth Salander er einki annað enn ein Pippi. Á henda hátt vil hann niðurgerða starvsfelagan Stieg Larsson og alla hansara skriving. Í meðan er Larsson farin úr tíðini, sum sviar so poetiskt siga. Farin úr tíðini.

Men tað er tvørturímóti. Meðan Guillou hevur eina negativa fatan av Pippi, so eru øll, ið eg kenni av eini aðrari áskoðan. Tey - eg teljist sjálvur millum hesi - halda at Pippi er ein sterkur og positivur persónur. Egin, gamaní, men við einum persónligum integriteti, sum sigur spaðar tvey við alt, ella sum Pippi sjálv hevði sagt: Sparkar reyv.

Hetta er anarkistiski kjarnin í verðini hjá Pippi. Revolt og Clash. Moralurin er tín egni og hann lagaða vit á persónligar upplivingar. Vandamikið í einum samfelagsligum perspektivi, men hugtakandi og søgufremjandi sum einki annað.

Noomi Rapace brillierar sum Lisbeth Salander.

Menn, ið hata kvinnur er ein fínur filmur. Allan vegin í gjøgnum. 4 kilometrar og 52 metrar, sum operatørurin Hanus á Krákusteini segði. Serliga góður er filmurin tá ein hevur lisið bókina. Tí tá sært tú ítøkiligani, hvat ein góður handritahøvundur kann gerða, millum skaldsøguna og filmin.

Menn, ið hata kvinnur er fantastiskt filmshandverk og tann bera stílsikkurheit eisini. Og Salander er deiliga Pippi-fandenivoldsk. Praktfull. Leikluturin Martin Vanger fer at yvirraska teg, um tú kennir krimirøðina Beck. Og ikki minst grannan hjá Beck. Sæð við svenskum eygum er hetta kanska ein joke.

Tit eiga at gleða tykkum sjálvi við at fara í Havnar Bio og síggja ein gjøgnumført góðan film, ið brúkar alt registarið, ið leggur støðið undir eini góðari filmsuppliving.