Ole Wich tók myndina av Mikkjali Gaard Hansen við 100 ára nálini í oyranum. Aftanfyri sæst málningurin hjá Ingálvi av Reyni í fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Ole Wich)
Limirnir í rokkbólkinum SIC eru teir fyrstu at fáa 100 ára nálina hjá Tórshavnar kommunu í bringuna. Tað hendi seinrapartin í dag, tá ungu rokkararnir settu tungt ljóð á ein biltúr hjá Landsverkfrøðinginum í Havn í 1977.
Biltúrurin er frá R.C. Effersøesgøtu til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og sæst á YouTube.
Framførslan hjá SIC var brot úr tónleikaverki, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt innan SIC fer á størstu konsertferð, nakar føroyskur bólkur hevur átikið sær.
Framførslan var í Ráðhúsinum á Vaglinum har varaborgarstjórin Bogi Andreassen beyð vælkomin og býtti út oyraproppar.
Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, greidd síðani frá um tankarnar aftanfyri bílagada verkið. At enda festi hann 100 ára nálina í bringuna á tónleikarunum, sum nú fara út í heim.
Mentunarnáttina 5. juni fer bólkurin SIC at framføra bílagda tónleikaverkið í fullari longd. Verkið hevur fingið heitið ’100 ár – 1000 sár’. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC og far heitið ’Chained & Restrained’.
- Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og ’sic-asta’ lagið vit hava gjørt. Tit vildu hava tað vilt, og tað fáa tit fyri allar pengarnar, segði ein væl nøgdur Eddie Jacobsen vegna bólkin SIC.
Sangarin Mikkjal Gaard Hansen var skjótur at festa 100 ára nálini í oyra, so sum myndin úr fundarsalinum hjá kommununi vísur, har Ingálvur av Reyni sæst í baksýni.