Gutti slær grasið soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Í nevanum ber hann ársins fyrsta sevjumikla bøkk av felagsøkinum. Niðast sæst Jón við punkteraðu trillubørini, sum fyrstu ferð í ár er fylt við nýslidnum grasi. Kanska orkaði hon ikki byrðina (Myndir: Birgir Kruse)
Gutti, sum býr í nummar 30, stóð fyri ársins fyrsta slátti á felagsøkinum í Tórsbyrgi. Nú er økið aftur sum ein golfvøllur, mjúkur og so snøggur, at tú mást leggja hond á hann at hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta. Tá plagar Bjarnvarður í nummar 31 at verða skjótur at henta, so hvørt teir vaksa og spjaða seg út á grøna vøllin. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.