Anna Maria í nummar 4 savnar rusk í Tórsbyrgi. Undir skeltinum, til høgru í myndini sæst umhvørvisvinarliga hurðin, sum nú verður koyrd burtur (Mynd: Birgir Kruse)
Eins og í restini av kommununi er ruddingardagur í Tórsbyrgi, nú Umhvørvisvikan byrjar í næstu viku. Fram til á middegi í dag varð rusk savnað á øllum økinum í Tórsbyrgi. Ruskið varð sett við innkoyringina so kommunan kann heinta tað í døgurðatímanum. Eisini hurðina til kommunalu pappírsbyngjuna, ið hevur áskriftina Endurnýtsla. Ein ironisk áskrift, nú hongslini á grønu hurðini eru so rustaði, at alt verður koyrt burtur. Kanska fæst onkur endurnýtsla burturúr Endurnýtsluhurðini. Umvælast kann hon ikki. Tað sigur kommunan.