Skip to main content

Pylsur og landsløg







Ovast er 3D myndin hjá Ole Wich av Dímun, síðani Wunderland, ið er bilspegl við landslagi á grønum Wunderbaum. Niðastu verkini hjá Ole eru tey seks Monotóm Mondrian. Næst er Astrid McDonald við kvinnu og manni í hvør sínum stóli, peikandi á kynið. Aftanvert kvinnuna sæst standandi Parið, sum er áfast. Niðastur er Edward Fuglø við einum gjøgnumskurði av innara og ytra føroyska landslagnum (Myndir: Birgir Kruse)

Fríggjakvøldið sat eg sjálvur fimti á hugnaligu terrassuni við gamla Kaffivognin, sum nú ber navnið Carrello. Vit eru undir Skansanum og frammanfyri er øll Havnin. Í baksýni Tinganes og Landshandilin, har øvrigheitin hevur sett ljós fram til eina betri veitslu.

Út móti midnátt tendra tey útvarpið í grannahúsinum, sum er pylsuvognurin hjá Emiliu við Eystaruvág. Úr skotinum í burtursprongda klettinum hoyrist eitt dansiorkestur spæla Words hjá Bee Gees. Vit hava á munni hvussu frágera aktuellur Elis er, at hava funnið eitt norrønt dansband, ið spælir Bee Gees í kvøld. – Og hoyr handa røddin, hvussu vánalig hon er. Nógv skal til at fylla falsettskógvarnar hjá Bee Gees. Um bara ein hevði verið á Summarfestivali í kvøld og hoyrt the real thing, siga vit sum við ein munn.

Leygardagin koma vit eftir at tað var Rás2, ið sendi beinleiðis av Vágsbøi, har keisarin í Robin’s Reign sjálvur hevði sungið um Words og Massachusetts.

Nei, einki er sum tað tykist og hvør funglur syngur við sínum nevi. Í føroyska kórinum anno 2009 eru nógv um listarliga boðið. Øll, ið vilja, sleppa við. Næstan, í hvussu er. Tí kanska sleppa tey bestu ikki við kortini. Meir um tað seinni.

Í dag, sunnudag, var seinasta høvið at síggja ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum. Bundna evnið var landslag, við uppískoytinum FO/09 og orðunum avmyndan, umskapan og avskapan.

Útvið hundrað verk í ymsari tøkni. Okkurt hendingaverk spennandi og klárt reflekterandi yvir givna evnið. Ole Wich fyrst og fremst.

Í einum av stóru rúmunum, har hin fasta listaframsýningin annars heldur til, hevur Ole gjørt eina sofistikeraða trídimensjonella bilo-fix mynd av lítlu Dímun. Og ikki nokk við tað. Í gomlum bilum á Sandvíkarhjalla hevur hann funnið spegl og sett tey á Wunderbaum, grønu angandi jólatrøini, sum hvør bygdamaður kennir, dinglandi í forrútinum. Inn í speglið hevur Ole sett smábrot úr føroyskum landslagi. Á vegginum yvirav, innanfyri garderobuna, hevur Ole sett seks føroysk landsløg inn í litir og jazzutu rútmurnar hjá Mondrian, sum vóru vit í New York. Hetta er toppurin á ólavsøkuframsýningini í ár.

Hóast eg ikki dugi at síggja tematisku sipingina til høvuðsevnið landslag, so er Astrid MacDonald stuttlig og spennandi. Kring stáltráð hevur hon gjørt papmaché figurar, ið eru menn og kvinnur. Pulandi miðdepulin í figurunum er kynið, seksualiteturin. Í eina førinum Parið eru tey áføst, doggy style. Tað er so tað, ája. Men pappfigurarnir Konan í stólinum og Maðurin í stólinum, eru stuttligir í pappírsvali, sum er skrætt úr føroyskum avísum. Við spjaldrastavum lesa vit orðið EGGIÐ upp eftir høgra innarlæri á kvinnuni. Maðurin er meira samansettur. Á búkinum stendur tjóðveldi, longur niðuri stendur ja og á stólinum, framman fyri nýknepta murtinum stendur lykilin til TAKS.

Eitt annað verk vil eg eisini taka uppá tungu. Tað er The Promised Land hjá Edward Fuglø. Hann hevur verið heilt ítøkiligur og ikki minni heimligur. Edward hevur sett føroysk samkomunøvn úr Halgubók á gul, føroysk vegaskelti. Rámandi í innihaldi, men ov pent í útlegging.

Eftir at hava sæð ólavsøkuframsýningina 2009, har 33 lístafólk eru sloppin við, gekk eg mær ein túr runt á savninum. Eg gekk sama túr í vár og kenslan er hin sama. Fasta framsýningin í Listaskálanum er farin at venda sær inneftir. Ein tom uppliving, sum sigur mær minni enn eg sjálvur veit um føroyska myndlist. Her er okkurt sum ikki ruggar rætt. Og – sum eg lovaði í byrjanini – her eru ikki øll sloppin við.

Meðan ov nógv sleppa við á ólavsøkuframsýningina, sleppa ov fá við í føstu framsýningina í Listaskálanum. Úrslitið er at hvørgar av framsýningunum verða representativar.

Sum áskoðari kenni eg meg í somu støðu, sum tá eg fríggjakvøldið sat við pylsuvognin á Eystarubryggju og helt meg hoyra nakað, ið eg ikki hoyrdi.

Okkum tørvar varðar í listarliga landslagnum. Ongantíð so nógv sum nú.