Vælnøgd fólk og ein hugsunarsamur løgmaður á Tórshavnar Matfestivali, sum varð hildin í Havn leygardagin 22. august 2009 (Myndir: Birgir Kruse)
Í allar besta veðri høvdu túsundir av Havnarborgaraum leitað sær oman í Vágsbotn, har fyrsti Matfestivalurin varð settur. Eldsálin Mortan í Hamrabyrgi beyð vælkomin og Óluvá Skaale, sum í 1974 skrivaði kókibókina Matur og Matgerð, setti festivalin.
Tórshavnar Manskór framførdi vælvaldar sangir og Jóan Pauli Joensen helt røðu, har hann heilsaði fyrireikarunum, men sóknaðist eisini eftir einum verki, sum á vísundaligum støði lýsir matsiðir okkara.
Jóan Pauli hevur júst givið út eina sera spennandi og snotuliga enska bók um grindadráp - Pilot Whaling in the Faroe Islands. Áhugaverdi vinkulin hjá Jóan Paula, tá hann tosar um grindadráp er tann púra einfaldi tankin um at fáa mat á borðið. Hetta setir fitta kvøðuljómasangin hjá M. C. Restorff um føroyingin, ið hevur hjallin á sjónum, í skarpari ljós.
Eitt er at umsita rimaveggin, men har skal eisini verða nakað í honum. Tí er so umráðandi, haldi eg, at fylgja tankunum hjá Jóan Paula um grindadráp, tá hetta blóðiga slátur er frammi, eisini í útlendskum sensasjónmiðlum. Nakrir tankar um hetta kunnu leasast á hesum bloggi undir 22. apríl 2000, tá greinin Kære dansker stóð í donsku avísini Information.

Á Matfestivalinum í Vágsbotni og úti undir Bryggjubakka var mangt forkunnugt úr føroyska kovanum at fáa henda dýrdardag. Her gekk høgur og lágur og brosaði, tí tey høvdu smakkað sushi og krabba, hvonn og hømiliu. Stutt sagt alt, ið hagin, urtagarðurin og ikki minst hugflogið gevur. Ikki bara búkemtan, men smakkleykir, ið vóru kýndir og avbjóðaðir.
Og so var alt landið umboðað. Blíðu og hugfarsligu bóndahjúnini úr Skálavík eru altíð ein uppliving at møta og ikki minst at smakka teirra mat úr egnum haga. Tað gjørdu vit nøkur herfyri, tá vit eitt vikuskifti gistu í húsum teirra í Norðasta haga, hinum stórsta í landinum. Ein gastronomisk uppliving, eg vil viðmæla. Útboðið og tænastan hjá Birgir Enni av Norðlýsinum setti, um tað ber til, nýggjan standard. Nakað heilt serligt var tað at síggja Útoyggjafelagið umboðað av fleiri fólkum og støðum við spennandi boðum uppá heimligt krydd og heimligar urtir. Tað er sum sangurin sigur: Tað manglar bert tað, at tú varnast tí.
Í kvøld fara vit út at eta á Gourmet hjá Leif Sørensen. Sigst, at útselt er á øllum trimum støðum, sum eru við í tiltakinum. Fólksliga undirtøkan hevur nógv at siga, tá nýroyndir verða gjørdar. Og so væl hevur hepnast í hesum føri, at fyriskiparin Mortan í Hamrabyrgi sigur fyri vist, at Tórshavnar Matfestivalur verður aftur næsta ár. - Nógv góð fólk eru til reiðar at fara at evaluera og skipa arbeiðsbólkar til næsta ár, sigur Mortan.
Vit síggjast; í heimsins besta høvuðsstaði!