Skip to main content

In the middle of nowhere


Atongumerkini eru tryggjaði til konsertina við Charley Pride í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið 22. november 2009 klokkan 19:00 (Myndir: Birgir Kruse)

Hvat er at vera bygdasligur? Er tað neiligt ella jaligt? Í dag kom eg nærri einum svari. Tí eg kendi meg bygdasligan í nýggjum ljósi á einum óvæntaðum staði. Tað var, tá eg í slavnari toku fór niðan í Gundadal at keypa mær atgongumerki til Charley Pride konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í sjálvum sær eitt afturhvarv til dansistovuna á Eiði og vónleysa lívið millum túrarnar hjá langfaramonnum á bygd.

Statoilstøðin selir dagsins atgongumerki. Fyrr æt fyritøkan Esso og á Eiði var hon umboðað av Óla í Pálstovu, sum niðri á Hamri seldi bensin fyri 2,05 kr liturin. Articon, ið er ein av fáu fyritøkunum, sum bjóðar arbeiði til føroyskar hendur í dag, umvælir støðina í Gundadali. Hon er flutt í eina grillbarr, har angin av stoktum pylsum stendur ramur í nasarnar, tá eg tríni inn um.

Úr útvarpslurtinum hoyri eg Øssur Winthereig siga nøkur vísdómsorð um hvussu lítið stendur á føroyskum pappíri, sum er til sølu í dag. So satt sum tað er sagt. Fátæksliga úrvalið er ein einsligur floytutóni, sum hvørki Matadormix ella donsk vikubløð megna at søta.

- Er tað her tit selja Charley Pride bilettir? Spyrji eg ungu gentuna innan fyri diskin. Hon játtar fryntlig, vendir pylsunum og spyr hvussu nógvar. - Tvær, sigi eg og hyggi afturum, nú onkur kom inn. Eina løtu vil eg halda tað loyniligt at eg keypi tvey atgongumerki til eina greitt bygdasliga konsert fyri 1390 krónur.

Útafturkomin undrist eg yvir, at ikki fleiri eru bygdaslig í dag. Men kanska eru tey ikki í Havn. Kanska eri eg einsamallur um at vera bygdasligur í Havn í dag. Kenslan av bygdasligheit veksur seg góða og sterka, tá eg hyggi niðan á Ítrottarhøllina og stingi atgongumerkini í lumman.

Hetta hevur verið eitt gott ár í Havn. Ein heilur dagur við bestu Nashvilletónleikarum á palli í Ítróttarhøllini í august og nú ein konsert við Charley Pride á sama staði. Hann er farin um tey sjeyti, men hjá okkum bygdasligu er hann handan tíð og rúm. Er uttan aldur. Er ein nagli á bróstinum í stovuni, er eitt Wunderbaumtræ í speglinum á bilinum, er ein avløgd pláta undir diskinum hjá Hansemann.

Í dag er tað ein heilt góð kensla at verða bygdasligur mitt í Havn. Kenni meg í góðari javnvág við mín innara bygdanalva. Tað er hann, ið alt snarar um. Tornið á Heimsins enda er In the middle, in the middle of nowhere.