Skip to main content

Miðlarnir og eg


Avmyndaður í Rás2 eina djúpa løtu meðan tosið er um coyntrytónleik og fiskiskap. Hallur Joensen bíðar uttanfyri. Verturin situr fyri borðendanum...


Fríggjadagar er nýtt Vikuskiftisblað í Sosialinum. Blaðið setir nýggjan grafiskan standard. Mett saman við nýggjastu útgávuni av blaðnum Kvinnu eri eg sannførdur um at grafiska vinnan hevur tikið seg nógv fram í Føroyum. Og í hesum føri ikki eitt orð um innihald. Burtursæð frá at eg sjálvur sleppi at brúka meg um miðlar í nýggja Vikuskiftisblaðnum. Tað gjørdi eg forrestin longu í 1987, tá eg ummælti sjónvarp í Sosialinum. Siktið við dagsins fjølmiðlaspurningum er, sambært ritstjóranum Innu Tornroos, at fáa eygað á hvat er vert at brúka tíð uppá í miðlunum. Her eru so míni boð:

Dag- og vikubløð
Lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi.

Heimasíður

Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi Google sum startsíðu og brúki onkrar dagar nógva tíð at skriva í mín egna blogg. Tað velst um evnið.


Tónleikur

Beint nú lurti eg eftir nýggju fløguni hjá Halli Joensen og fegnist um teir sangir, sum føroyingar hava skrivað til hansara, serliga Jákup Zachariasen og Niklas Johannesen. Teir duga ein altjóða popp-formul, sum bara riggar á plátu. Var í Reykjavík fyri stuttum og havi síðani lurtað eftir Pétur W. Kristjánsson ’Blómið sem dó’ og Ellý Vilhjálms ’Vegir liggja til allar átta’. Men Onnur Symfoni hjá Gustav Mahler liggur aldri langt burtur. Nýggjastu innspæling keypti eg í Rom í vár.


DVD

Eg hyggi nógv í sjónvarp, bara onkutíð í DVD. Tími ikki at keypa DVD filmar, men havi onkuntíð lánt DVD á Býarbókasavninum. Síðsta góða DVD uppliving var stuttfilmurin ’Passasjeren’ eftir Sakaris Stóra úr Skopun. Stór filmslist í 9 minuttir. Síðsta stóra spælifilmsupplivingin í sjónvarpi var ’El Orfanato’ (Barnaheimið) á Canal+. Má eisini nevna at eg sá ’Antichrist’ hjá Lars von Trier í filmklubbanum í Kringvarpinum hóskvøldið í farnu viku. Gott tiltak og sterk enduruppliving.


Magasin

Eg haldi einki magasin ella blað í løtuni. Fyrr helt eg Weekendavisen, Rolling Stone, Vox og fleiri filmsbløð, men blaðmarknaðurin er fyri mítt viðkomandi fluttur út á netið. Men Magasin-sendingarnar í Sjónvarpinum eru fínar. Serliga hin seinasta um Sterkan veikleika. Heimligt og nærverandi.


Sjónvarpsrøð

Plagdi at hyggja at danskari satiru sum ’Flemmings helte’, men í løtuni er eingin. Kanska er tað tí eg eri dottin inn á ’Big Love’ á Canal+ og ’Lærkevej’ á TV2. Hugvekjandi gerandisdrama. Kundi hugsað mær tað sama í Kringvarpinum!


Bøkur

Eg lesi javnt nógv ymiskt, men aldri ein heila bók. Lesi fyrst og fremst klassiskar danskar yrkjarar sum Tove Ditlevsen, Michael Strunge og Henrik Nordbrandt, men eisini bloggarar, sum reindyrka ein essay-form. Tað kunnu vera Erlend Loe og Garrison Keilor, men eisini Jóanes Nielsen, tá hann skrivar tíðargeinar í bløðunum. Elski hansara gløðandi penn.


Útvarp

’Rót og rútma’ er mín yndissending, tí hon er gjørd við hjartablóði. Royni at lurta eftir tíðindasendingunum. Mær dámar best tá útvarpið fer í dýpdina og tekur lurtaran í álvara. Rás2 fangar meg sjálvdan.


Telefon

Eg havi eina Sony W980, sum eg brúki at tosa og sms'a við. Fyri ikki at vera á netinum alla tíðina havi eg sett eitt skott her. Lesi ikki meyl á telefonini, bara á telduni.


Hvat vilt tú ikki brúka tíð uppá?

Líkagyldigheitir og tá verturin gloymir lurtaran. Her er ’Forbrydelsen’ fyrst fyri.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Manglandi redaksjonellur greiddleiki, sum til dømis stóra evnið tilflytarar í seinasta Vikuskiftis Sosialinum. Hetta mál gekk aftur í fleiri greinum, uttan eina sambindandi vinkling. Í útvarpinum tá redaksjónin velur at brúka Benny Hill ljóðmyndir í tíðindunum, men eisini tá upplesarar ikki fyrireika seg, men hakka seg gjøgnum tekstin. Og ikki minst tá teir upp í saman missa tráðin í ítróttarsendingum í sjónvarpinum. Nýtt moment í so máta eru kvinnuligir lesarar, ið lesa tíðindi so bítskar, sum vóru tær í kríggj við allan heimin. Her er sama argument galdandi, sum tá morgunlesturin varð fluttur: betri flow, betri flow!


Hvat vilt tú hava meira av í miðlunum?

Haldi bløðini gera tað tey kunna. Í Kringvarpinum eina livandi mentanarsending, sum hvørja viku vendir sær til brúkaran. Eina fiskivinnusending, ið blæsir lív í alt, sum luktar av fiski. Streymandi dagførdan tónleik við saft og kraft, so eg slapp undan at tendra satelittradio fyri at hoyra Rammstein. Og so kundi eg hugsað mær smáar bitar av føroyskari sjónvarpsfiksjón. Ein minutt um mánaðin. Tólv um árið. Tað hevði eg elskað!


Vikuskiftið 23. oktober 2009