Dion Pride á Hotel Hafnia og í roykirúminum á Kafé Natúr (Myndir: Birgir Kruse)
Sonur Charley Pride, Dion, er nógv frammi innan nýggjan country og alternativan tónleik í USA. Í løtuni er hann ovast á alternativa listanum við sanginum We All Gotta Live Here úr fløguni Ready To Run. Dion fortaldi, at hann hevði spælt við Fats Domino og herfyri hevði sín egna rokkbólk, ið hann kallaði Thor. Tí var hann ógvuliga spentur at spæla í Havnini hjá Tóri, sum hann kendi til umvegis gudalæru, ið hevur hansara stóra áhuga. Dion er avmyndaður við brillum og reyðum turriklæði á Hotel Hafnia. Niðara myndin sýnir Dion í roykirúminum á Kafé Natúr, har eg vísti honum nakrar av LP plátunum við Charley. Hann var ovfarin og hevði ikki sæð hesar plátur áður í so góðum standi.