Skip to main content

Muleskinners eystan Múla











Felagssangur í gomlu húsinunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jóogvani, á Viðareiði. Síðani síggjast Hallur og Ragnar við gittara, Jóan Petur við harmoniku, Milson við Hawaii steel gittara, Sonhard við gittara og hatti, Petur við fimm teimum bestu, Petur við fløguni Smile hjá Halli, ársins Hank Williams útgáva knýtir Oddbjørn og Petur, Milson og Jóan Petur lesa úr sangbókini hjá Hank Williams og at enda síggjast tveir fegnir kúrekar - Jóhan og Sonhard (Myndir: Birgir Kruse)

Árligi jólafundurin í countryklubbanum við teim mongu nøvnunum var hildin á Viðareiði leygardagin. Sum vant er skráin drúgv og tøtt, og maturin góður. Fleiri hava ljóðføri við og sangbókin hjá Hank Williams er altíð frammi. Fastur táttur er eisini at hoyra Petur Rouch velja fimm tær bestu útgávurnar, hann hevur varnast undanfarna árið. Í ár vóru tvær føroyskar útgávur millum hesar fimm. Tær bestu útgávurnar í ár vóru hesar:

The Flatlanders Hills and Valleys
Hallur Joensen Smile
James Hand Shadow on the Ground
Gene Watson A Taste of the Truth
The Reverends When You’re Done

Í innkallingini verður sagt soleiðis:

Í fjør vóru vit í Havnardali og árið undan vóru vit í Múla. Eftir áheitan frá útróðrafelagnum Eystan Múla, har Charley Pride nýliga er mynstraður í Tjóðveldisblusu og niðurrullaðum gummistivlum úr Samvinnufelagnum, rógva vit aftur á góða, gamla miðið norðanfjørðs. Vit fara til Viðareiðis og halda til hjá Smiðinum. Sunnafjørðsmenn leiga bil úr Havnini kl 15:30 og suður aftur sunnudagin, eftir kaffi og ein javnara. Havi soviposa og tannbust við. Í ár eru Sonhard, Hallur og Oddbjørn vertir. Meistarakokkurin Jákup Ziskason borreiðir við røstum kjøti, súpan og dessert. Høvið verður at spæla fløgur og dvd, og annars at halda sær at gamni við felagssangi og fyndugum gestarøðum millum fjalla, Malinsfjall og Villingadalsfjall, that is. Havast skal í huga at hetta er føðingardagur hjá Carreras og søguligi dagurin, tá Graham Nash í 1968 rýmdi úr The Hollies, tí teir fóru at syngja Bob Dylan og Roger Miller. Tað varð vorðið sum. Dagurin eitir eftir Sankta Saba, ið var einabúgvi millum Jerúsalem og Deyðahav. So her eru hartrópandi avbjóðingar at syngja eystan Múla. Hinvegin var hetta eisini dagurin, tá Mozart var komin á ørmundarhús og doyði 35 ára gamal í 1791. Eingin fylgdi, tá hann var ripaður í eina felagsgrøv. Soleiðis er lívið. Cheer up my brother, live in the sunshine, we’ll understand it all by and by. Kanska, kanska ikki á Viðareiði.