Skip to main content

Tíðin stendur still hjá Kathrinu



Tá Halldor kemur inn, stendur tíðin still hjá Kathrinu. Hann vísir mær og Jákupi runt í handlinum, har sølan verður bókførd í hond (Myndir: Birgir Kruse)

Handilin hjá Kathrinu Christiansen er partur av jólabýnum í ár. Í skránni verður bjóðað ein ferð aftur í 50'ini í gamla handlinum, kontórinum og seymistovuni hjá Katrinu. Men onkrar løtur kunnu flyta upplivingina til her og nú. Til dømis tá Halldor kemur inn á gólvið og poserar við petroleumspumpuna. Tá stendur tíðin still og tú minnist teir dagar, tá vit keyptu morgunbreyð í Útvarpinum síðst í 70'unum. Anva Bech, sum arbeiðir í avgreiðsluni hjá býráðsumsitingini, minnist væl pumpuna og deymin av petroleum í handlinum hjá Katrinu. Hon búði beint niðanfyri, á Skarv, har hon hevði kamar ovast á loftinum. Á Skarv, sum nú nevnist Áarstova við Knútsstovu niðaneftir, innrættar Beinta Háberg Jacobsen matstovu, sum Café Natúr skal reka. Tað er sjáldsamt, at so ung havnarfólk, sum Anva, hava persónlig minni frá uppvøksturi í hesum øki. Eftir jólaskránni hevur gamli handilin hjá Kathrinu Christiansen opið mánadag til leygardag frá klokkan 14 til 18.