Skip to main content

Verður hetta framtíðar Bíblian?




Karina Toftegaard ritstjóri og John Dalsgarð frá Gramar royna Kindle e-bókina hjá Amazon í køkinum á Skúlabókagrunninum. Kindle fæst fyri 1500 krónur og onnur hvør bók, sum Amazon selir er ein e-bók (Myndir: Birgir Kruse)

Fyrsta hugsanin, tá eg sá elektronisku Kindle bókina var, at hetta verður nýggja Bíblian. Tað er Amazon, ið selur Kindle bókina, sum er snøgg og handug at hava við á møti. Fæst Bíblian sum e-bók, so er laga manni at sláa upp og fylgja við. Fyri ikki um at tala telefonbókina ella dagsins avísir og wikipedia. Tá verður laga manni at luttaka í spurnarkappingum. Nú fartelefonir mennast og møta brúkarum á nýggjan hátt, kann lættliga hugsast at ymsu e-bøkurnar renna saman í eittans format, sum fólk vilja hava beint í lógvanum. Spennandi verður at síggja um Føroyar eisini verða við tá.

Comments

Kostar Kindle 1500 kr., tá man hevur hana í hondini í FØ? Ella kemur tollur aftrat teimum 1500 krónunum? Hatta má man royna :)
Birgir Kruse said…
John Dalsgarð sigur at prísurin er áleið 1500 kr, tá hann hevur Kindle lesarin (bókina) í hondini her. Svingar eitt sindur í takt við hvussu høgur ella lágur dollarin er. Krevur amerikanska streymforsýning.