Skip to main content

Black Sheep og Campari

Carl Jóhan Jensen setti framsýningina og læs úr egnum tekstum. Kinna Poulsen er kurator og niðast sæst svart-reyða borðið í Steinprenti (Myndir: Birgir Kruse)

Grækarismessa 2010 er svørt og reyð. Við grafiskum prentum á vegginum og Black Sheep og Campari á borðinum, sæst tað í Steinprenti á Skálatrøð, har fleiri av teim vitjandi høvdu klætt seg í svart og reytt, tá latið varð upp fríggjadagin kl. 16. Jan Andersson beyð vælkomin og Carl Jóhan Jensen setti framsýningina við upplestri úr egnum tekstum og týðingum. Spennandi, at ein myndlistarlig framsýning tekur støði í tí reint estetiska. Kinna Poulsen valdi verkini, sum eru stein- og koparprent hjá ellivu listafólkum á grafiska verkstaðnum Steinprenti.