Savnsvaktin er fallin í svøvn undir Picasso málninginum á Ermitasjuni í Sankta Pætursborg. Niðri undir ein Da Vinci originalur, beint fyri blitsinum. Niðast marsjera kadettar inn í Ermitasjugarðin (Myndir: Birgir Kruse)
Á heimsins listasøvnum er mangt og hvat at síggja. Ikki minst á Vetrarpalassinum og allari Ermitasjuni í Sankta Pætursborg, ella Государственный Эрмитаж sum russsiska navnið á stóra savninum er.
Við dyrnar kanst tú leggja eitt oyra við lúkuna og sleppa at avmyndað allar originalar málningar, við blitsi. Alt fyri pengar. Leonordo da Vinci, El Greco and the lot. Men avmarkað er, hvussu spennandi tað er at ganga og avmynda allareiða málaðar málningar. Høvdu listafólkini verið fangað in the act, caught painting, hevði tað verið nakað annað. Men tú kanst renna teg í stuttligar støður og hendingar millum hesar túsundtals málningar.
Sum til dømis tá ein útlúgva babushka leggur seg framyvir og svevur søtan blund - undir einum Picasso málningi. Tað skal vera henni væl unt. Tí hóast Picasso hongur á vegginum er arbeiðsdagurin drúgvur og breyðið dýrt. Men hetta var eitt hugvekjandi soundscape.
Kvinnumynd hjá Picasso og njótrandi snork, babushka style, á gyltu Ermitasjuni. Veggvarp við umfarsljóði. Ongantíð varð listaligi arvurin so væl vardur av rusnevsku hirðini sum hesa løtu, ið stóð still á savninum eina evarska løtu.