Gutti slær grasið í Tórsbyrgi, soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Bjarnvarður hyggur at og sama ger Floy, sum tykist vilja hava eitt orð innført, nú hann várar og eitt ár er liðið síðan sligið varð (Myndir Birgir Kruse)
Tá sláimaskinan hoyrist, er várið komið í Tórsbyrgi. Á nett sama degi sum í fjør, 29. apríl, sló Gutti Joensen aftur í ár fyrsta grasið á felagsøkinum. Hann býr í nummar 30 og hevur øll árini havt eitt vakið eygað við bøinum, ið nú er sum ein golfvøllur, mjúkur og snøggur, so tú aftur kanst leggja hond á lendið og hoyra várið kalla. Summardáarnir eru farnir at spretta og Bjarnvarður í nummar 31 er skjótur at henta, so hvørt teir spjaða seg. Í meðan situr Floy og eygleiðir við vaknum bráði, sum vil hann viðmerkja alt, ið fer fram, nú hann várar. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.