Statsraad Lehmkuhl í skarpari morgunsól í Havn. Tær tríggjar svartkløddu genturnar hesumegin stongda havnaportrið ætla sær kanska við. Men Ole Valle, niðast, er munin betri myndamaður enn eg. Meðan mín telefonmynd av honum ikki eydnaðist, so eydnaðist hansara av mær. Lærusetningurin má tí vera, aldri at brúka eina iPhone, uttan at kenna knappar og funkur. Vit mugu møtast aftur til eina felags mynd, Ole! (Myndir: Birgir Kruse og Ole Valle)
Tað ljóðar sum ein resept frá læknanum. Eina mynd um dagin.
- Síðani 1. januar í ár havi eg sett mær fyri at taka eina mynd um dagin, sigur Ole Valle, sum eg hitti á bryggjuni í dag. Okkara felags ørindi vóru at taka myndir av Statsraad Lehmkuhl, stoltu skútuni við tí undarliga navninum, sum júst hevði lagt at.
Norðmenn er stoltir av seglskipinum, sum er ein trímastrað bark, smíða í Bremerhaven í Týsklandi í 1914 og sum norski ráðharrin Kristofer D. Lehmkuhl fekk til Bergens eftir fyrra verðaldarbardaga, har tað gjørdist skúlaskip, kanska heimsins skjótasta av sínum slagi.
Eisini Ole Valle er errin av skipinum. Hann er norðmaður, sum leingi hevur búð her í landinum. Við góðsligum lyndi, og altíð eini fyndugari viðmerking, hevur hann koyrt fólk við bussi úr oyggj og í oyggj. Nú er hann farin í annað starv, og hevur í frítíðini lagt seg eftir at taka myndir. - Eina um dagin og so leggi eg tær á fotobloggin Ole365, har nógv fólk lesa og viðmerkja.
- I love photography, and would like to improve myself through this project. I will use my Canon PowerShot SX10 IS or my Nokia N82 Camera-phone for my images, sigur Ole Valle á vangamyndni á fotoblogginum http://www.photoblog.com/ole365
Kanska er tað lekidómur í at taka myndir. Og kanska er besta reseptin: eina mynd um dagin!