Amtsbókasvanið á Debesartrøð, Amtslæknahúsini, privatu húsini hjá Valdemari Lutzen, Nonnuskúlin til høgru og KFUK til vinstru, sum danski arkitekturin T.A. Bald teknaði, og niðast Sjómansheimið (Myndir: Birgir Kruse)
Eftir ein góðan bita hjá Jógvani á Dalavegnum, gingu vit oman í býin at síggja nøkur av húsunum, sum arkitekturin H.C.W. Tórgarð (1885-1957) teknaði. teirra millum eru Amtsbókasavnið á Debesartrøð, húsini hjá Valdemari Lützen og Amtslæknahúsinum, sum bæði eru í Sigmundargøtu. Onnur hús, sum Tórgarð teknaði eru Nonnuskúlin, Sjónleikarhúsið, Vertshúsið, Realskúlin, Mitens Hús (Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu), Gamla Meiaríið og Sjómansheimið. Umframt at vera arkitektur, var H.C.W. Tórgarð eisini borgarstjóri í Havn 1922-24. Í 1932 gav hann út lítlu bókina
Føroysk hús, sum er til láns á Landsbókasavninum. Umframt húsatekningar, sýnir bókin eisini spennandi handilslýsingar, ið venda sær til teirra, ið ætlaðu at byggja hús í 30’unum. Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, hevur í Dimmalætting 28. mars 2008 skrivað grein um arkitektin Tórgarð. Kjakast varð um, hvørt Nonnuskúlin er størsti træbygningur í landinum, ella um KFUK, sum danski arkitekturin T.A. Bald teknaði, er tann størri. Upprunaliga var tað enski konsulin, sum lat hesi húsini byggja í tveimum hæddum á eini trøð við Varðagøtu.