Skip to main content

- Er hetta so, so er talan um eina gølu

Bæði gott mál(ð) og hegnisligt vegarbeiði krevst, skulu føroysku bløðini bjarga sær úr teirri ferðsluforðing, tey hava rent seg í, nú lesarar og lýsarar svíkja, og egin prinsipp taka yvirhond, so vit sjáldan fáa eina 'góða' søgu at keypa. Myndina tók Ole Wich við neystið hjá Knørri við Skeivapakkhús, niðast í Rættará

Miðlateigurin: 
Yvirskriftin er tikin úr oddagrein í Dimmu hósdagin. Gølan er føroyska ferðavinnan og arbeiði hennara at branda Føroyar. Ónevnda oddagreinin sipar til tíðargrein hjá Fróða Holm Knudsen týsdagin. Hóast hon fyllir tríggjar óredigeraðar síður, er hon áhugaverd. Men í hægstu agurkutíð fer alt framvið. - Tað, sum undrar, er, at eingin hevur svarað til greinina í Dimmalætting. Larmandi tøgnin er kanska prógv um, at greinskrivarin hevur rætt, og at branding okkara er miseydnað? Er hetta so, so er talan um eina gølu, staðfestir blaðið í oddagrein. Bara eitt fakligt lesarabræv frá Súsonnu Sørensen kom uppí kjakið.

Løgmaður var á ríkisfundi í Skagen, har nógvir streymar møtast. Norðari í Atlantshavi eru aðrir streymar, og løgmaður, ið hevur hægstu nautisku útbúgving, kúvendir. Á Facebook sigur annar viðhaldsbólkurin, at meiningsloysisdiskursurin heldur fram og hin at andstøðu-oyðimarkargongdin heldur fram. Føroyskur politikkur er turrgelt avmaktaður. Her er lítið at siga um einki og minni um nakað. Nada, sum Rudolf sigur. Men Katrin Petersen skal hava rós fyri at sýna ektaða passión í Degi og Viku í samrøðu við løgmann.

Taka vit støði í løgmansrøðuni úr Skagen, so er førleikin at tosa í miðlum á fremmandum máli munin verri hjá nýggja BP formanninum, svianum Carl-Henric Vanberg. Við allan heimin sigur hann, at BP cares about the small people og fer tí ikki at rinda vinningsbýti til eigararnar í ár. Hvør smámaðurin er í oljudálkaða Red Neck landi, fáa vit ikki at vita. Í altjóða miðlum skal ein vara seg at brúka fremmant mál, tá førleikin ikki er til tað.

Men danskt í Føroyum ber væl til.

Av Tórsvølli í grannalagnum hjá útvarpinum, fingu vit uttan varning eitt útlendskt skúlatilboð beint í morgunmikrofonina. Sama dag eru tvær fullsettar greinar í Dimmalætting, har sami útlendski ítróttaskúli bjóðar fram eitt ársskeið fyri 12.500 kr. pluss 270 arbeiðstímar, tað er 30.000 kr. pluss ferð til Argentina, sum man kosta 20.000 kr. Til samans um leið 62.500 kr. fyri hvønn føroyska næmingin í skúlanum. Báðar redaktionellu blaðsíðurnar eru óduldar lýsingar, men tað verður ikki upplýst. Kanska hoyra vit seinni, hvussu nógvir føroyingar tóku av tilboðnum og hvussu nógvan pening teir við hetta høvið genereraðu til útlendska skúlan. Tað eru pengar í næmingum, so hetta er marknaðarføring, ið munar.

Tað løgna er at sama blað framhaldandi finst at úttanríkisráðharranum, ið nú hevur váttað, at hann rindar fyri somu tænastu, sum áðurnevndu fingu ókeypis. Í fullum dagsljósi vil hann tryggja sær at føroyskir miðlar eru á staðnum, tá ein søgulig avtala verður undirskrivað vegna tjóðina.

Ein annan morgun í vikuni varð sent beint úr eini nýopnaðari barr, har lurtarin undrast um endamálið, tí frásøgnin í síni heild var uttan mál og mið.

At miðlarnir soleiðis fyri einki verða brúktir og drignir upp á tráð, sigur eingin nakað um. Kanska tí at reklamutænastan verður seld og boðin út í fullum dagsljósi – fyri einki. Sum lesari og lurtari skilji eg púrt einki, um so er at redaktiónirnar vilja leggja seg víðopnar og gera horuarbeiði fyri einki, samstundis sum klagað verður í eyst og vest, at uttanríkismálaráðið dittar sær at betala fyri alla avgreiðsluna, alt íroknað, bara fyri at fáa hina góðu søguna, ið kanska, kanska ikki, vil føra okkum inn í framtíðina.

Eg skilji ikki redaktionella arbeiðið, tá tað verður einoygt og selektivt, og tað í einum og sama miðli.

Er hetta so, so er talan um eina gølu.

Birgir Kruse, Sosialurin 23. juni 2010
birk@email.fo