Navnaskeltið er gult. Inni bryggjar Annika kaffi, og jú, kannan er gul. Hallur við gittarkufferti á køksgólvinum. Kristina kemur inn av stallasjuni (Myndir: Birgir Kruse)
Hallur og Annika búgva við børnum í Nólsoyar Páls gøtu. Húsini fáa nýggja fasadu og tí standa stallasjurnar upp við vegginum. - Onkur kom fram við og segði at hetta var akkurát sum hjá Elvis í Jailhouse Rock. Tú skuldi havt eina konsert á stallasjunum, sigur Hallur.
Sum sagt so gjørt. Føroya fyrsta stallasjukonsert varð hildin fríggjadagin.
Húsini, sum standa so avbera væl fyri við tí allar besta útsýni yvir vágna, verða umvæld innan sum uttan. Litirnir seta í eyguni, tá tú kemur upp úr hjallaranum og inn í køkin. Hallur vísir mær The wall of fame við myndum av øllum teim stjørnum, hann hevur møtt, meðan Annika skeinkir kaffi í ljósa, men litríka køkinum, har øll savnast kring borðið.
Køksvindeygað stendur opið og av mittastu stallasjuni trýnur Kristina inn við mikrofonunum, sum ljóðmaðurin Alvin Ellebye Andersen hevur brúkt til frálíka ljóðið.