Skip to main content

Stoktar lippur og Kirin á Etika

Sushi á Etika var ein góður endi á einum væleydnaðum mentanardegi hjá floksfeløgum í Havn (Myndir: Birgir Kruse)

Klokkan níggju høvdu vit bílagt borða á Etika at eta sushi. Winnie Simonsen borðreiddi eina leskiliga skrá fyri okkum.

Fyrst fingu vit flógva saké og síðani Miso suppu, ið varð sopin beint av tallerkinum. Tað hugaliga við Sushi er at tú eftur í felag, rætt sum tá tey gomlu settu troðið á borðið. So kann hvør einstakur fáa sær kring borðið. Á fyrsta tallerki við sushi var krabbi, laksur, rækja og tunfiskur. Á seinna tallerkinum var ristur matur. Her vóru lippur, oksakjøt, laksur og høsnarungi. Omaná fingu vit ingifer panna cotta við rabarbukrapa og bananskúmi. Allir vóru vit samdir um at ristu lippurnar vóru tað besta. Afturvið royndu vit trý sløg av japanskum øli. Semja var um at Kirin var hin besta japanska ølin á Etika hetta kvøldið. Innan vit mettir og væl settir fóru avstað, lósu vit nøkur nýskrivað ørindi úr Skjaldraveldinum á svørtu Etikatalvuni.