Richard Bailey, sum spældi banjo á fyrstu Listastevnuni. Á niðastu myndini eru kona Richard til vinstru og kona Mike Henderson til høgru. Hon syrgdi fyri at vit fingu eitt hugnaligt kvøld (Myndir: Hallstein og Birgir)
Banjospælarin Richard Bailey er við í bólkinum The SteelDrivers, sum spæla í The Station Inn hetta kvøldið. Tá fyrsta Listastevnan varð hildin í 2001, spældi hann við Kathy Chiavola í Norðurlandahúsinum. Lá veðurfastur, fyrst í Boston, og síðani í Reykjavík. Misti fyrstu konsertina, sum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men kláraði akkurát hina seinnu, sum var í Norðurlandahúsinum. Ein minnisrík, útseld konsert, sum fekk góð ummæli. Ikki er verðin størri enn so, at nú møttust vit aftur. Bailey, sum í trimum førum er Grammy-tilnevndur, er hin einasti, ið hevur spælt saman við bæði Bill Monroe og Al Green. Tori ikki at siga at ein tílík samanrenning er tilvild og enn minni, at vit báðir nú møttust aftur. Tí hvat er tilvild?