Leygardagin 25. september kl 16:00 fer Heðin M. Klein, rithøvundur, at seta sættu Heystframsýningina við nýggjari og spennandi føroyskari myndlist í Listahøllini á Skipasmiðjuni.
Dagin eftir kl 17:00 verður Heystkonsert á sama staði við Aldubáruni.
Tey sum sýna fram eru eftir bókstavaraðnum: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjördis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Tróndur Patursson og Tummas Jákup Thomsen, sum hevur gjørt innbjóðandi myndina við flúgvandi borðiskum, ella leskiligum gummibommum, yvir grønu Føroyum, sum sæst omanfyri.
Umframt Heðin M. Klein, fara Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson at lesa hvør sína yrking.
Eri so púra samdur við Inger Smærup, tá hon á Listablogginum http://listinblog.blogspot.com/ sigur, at Heystframsýningin hevur ein týdningarmiklan leiklut á føroyska listapallinum:
- Saman við øðrum afturvendandi árligum framsýningum er Heystframsýningin nakað fólk gleða seg til, sigur Inger á Listablogginum.
- Men okkurt serligt er við framsýningini. Í øllum førum fyri meg, tí vónirnar eru størri. Hon skal umboða tað allarbesta innan føroyska samtíðarlist, hon skal vísa alternativar framsýningarformar og bjóða okkum okkurt nýtt, ið flytir okkara heimsmynd og okkara listafatan. Harumframt skulu øll verk, hvør fyri seg, vera sterk og kompromileys og samstundis evna at liva saman við og samskifta við hini verkini, so at framsýningin gerst ein eind. Høgu vónir okkara eru sjálvsagt ein byrða fyri Heystframsýningina, men tær eru eisini ein styrki, tí at vit, tá vit eru atfinningarsom og ikki nøktast ov lætt, skapa eitt umhvørvi fyri listina, eitt umhvørvi, sum listini tørvar til tess at yvirliva. So, møtið fjølment leygardagin og verið í atfinningarsomu brillunum, sigur Inger Smærup á aktiva Listablogginum, sum hon skrivar saman við Kinnu Poulsen.
Ja, eg ætli mær í hvussu er at møta, eins eg havi møtt til tær fimm undanfarnu Heystframsýningarnar.
Heystframsýningin er opin hvønn dag kl 15-18 fram til 17. oktober.