Siðurin av geva húsum nøvn er ikki ókendur í gomlum donskum býlingum. Ikki tí, mest sum øll eldri hús í Føroyum hava eisini eitt navn, men ikki er vanligt at navnið verður sett á veggin. Gongur tú ein túr kring Utterslev Mose í Brønshøj, so varnast tú fleiri spennandi nøvn. Sum til dømis Liberty og Belgrano í somu gøtu. Húsini eru ikki nýggj, so Guð viti hvør søga býr aftanfyri hesi grannanøvn, ið bæði benda á frælsi.
Frá 1500 talinum var Utterslev Mose vatnbrunnur fyri Keypmannahavn. Undir krígnum varð økið ruddað og um aldarskiftið friðað. Her er nógvur fuglur og eins nógvir rennarar. Og so ein kona á skutara, sum gevur fuglinum mat. Giti, hon man gera tað hvønn dag. Tað er orsøkin til fuglameingið omanfyri.
Eisini nýggj hús kring vatnið hava fingið navn, so sum Sølyst. í Grannalagnum eru stór hús, sum meiri enn so hava verið kulissur í donskum filmum, tá betra slagið hevur veitslu í garðinum.
Men samstundis er hetta ein tíðarlummi. Gamlir bilar, uttan nummarplátur, sum hesin Volvo undir fallandi leyvi.
Longur upp í sama økið eru prangandi hús við prangandi nøvnum, so sum Roma, Holckenhus, Villa Bien og tað meiri moderata Kløverbo, við Philippe Starck lampum í øllum rúmum. Øll siga tey eina søgu, bæði nøvn og hús. Og við eitt verið eg avbrotinum í djúpum tankum, tá Palli úr Vági strýkur fram við á súkklu og heilsar.