So var aftur eitt loyniligt kort við duldum boðskapi borið í hvørt hús, eins og
kristiliga kortið upp undir síðsta løgtingsval. Í vanligum føri er tað so, at alt samskifti er treytað av vitan um avsendara og ætlan hansara. So viga vit og koma til eina persónliga niðurstøðu, sum vit, alt eftir boðunum, kunnu deila við onnur og taka støðu útfrá. So er ikki í hesum føri. Tað ber ikki til, tá postmaðurin gongur ørindi fyri huldufólk, eins og dulnevnd lesarabrøv í bløðunum. Samstundis eru nýbornu boðin so torskild, at ilt er at meta um tey og yvirhøvur taka lut í hesum kjakuppleggi, sum heldur er eitt stríðsepli, eins og kristiliga kortið, ið tó var heldur greiðari, sum sæst omanfyri. Á Netstaðnum
Manningin er skjótt at staðfesta, at avsendarin helst er hin sami, sum í 2008 sendi kristiliga kortið í hvørt hús. Á netstaðnum er samgongan í Tórshavnar kommunu eisini viðgjørd. Og tá vit eru liðug at hagreiða møguliga innihaldið í aktuella útborna kortinum, og teir leysu pástandir, sum har eru um ætt og almenn størv, so kunnu vit trætast um yvirskriftina í hesum bloggi - stríðsepli. Er tað eitt jarðepli ella eitt súrepli? Tosar tú danskt ella tosar tú føroyskt? Og avsendarin, sum frø(ð)ist í felag ella einingi, er hann í Vancouver í USA ella Kanada ella á samnevndu oynni? Nei, ikki er tað lætt at verða pottaður vinnurekandi føroyingur í Norðuramerika, hava nokk av læntum peningi, vera óður inn á tað almenna, búgva í Havn og samstundis bera svartan politikara undir belti. Spyrst, so livst.
Comments
http://annualbusinessreport.com/
Her liggja eisini:
http://prnewsmedia.com/
http://www.faroebusinessreport.com/
http://skatturin.com/
http://skattur.net/
http://skattur.org/
http://microdrop-aqua.com/
http://mariaolsen.com/
http://www.imagesoffishermen.com/
Anonymous roknar her upp noekur domen sum eru hostad a servarum hja DreamHost (eins og tusundtals onnur domen).
Hvi ikki lista fleiri domen?
Tad er to eingin loyna at eg umsiti eitt fleirtal av domenum a DreamHost vegna ymiskar kundar umframt egin projekt.
Hvat vidvikur Manningin.com so hava vit einki vid utgavuna av teirra tilfari at gera, annad enn at hava jattad at utfoera logistiskar taenastur. Vit hava hvoerki upphugsad konceptid, skrivad tekstin ella designad tilfarid sum er blivid sent i husini.
Vit hava fra okkara sidu heldur ongan ahuga i at geva ut tilfar av hesum slag. Okkara policy vidvikjandi politiskum bodskapum er at vit leggja okkum ikki ut i partapolitikk.
Tann partur vit hava atikid okkum svarar til hvat ein prentsmidja, ein flutningsfyritoeka, ella einhvoer veitari av voerum ella taenastum kann taka a seg uttan at eiga lut i innihaldinum.
Tad at tey sum maer vitandi standa aftan fyri Manningin.com ynskja at vera anonym er so sin soek. Eg dugi i princippinum ikki at siggja tad sum ein trupulleika.