Skip to main content

Kristiliga kortið - gott spunasmíð?


Kelda: "Fjølmiðlar" Birgir Kruse (Føroya Skúlabókagrunnur 2008):

Undir yvirskriftini Tíðindi elva til kjak verður í bókini "Fjølmiðlar" lagt upp til at arbeiða við politiska innihaldinum í føroysku fjølmiðlunum.

Eftir sum bókin verður prenta í avmarkaðum upplagi og eftir tørvi, print on demand, so ber til at taka dagsaktuell viðurskifti og kjakevni við í bókina.

Á blaðsíðunum 17-18 verður sonevnda kristiliga kortið viðgjørt og sett upp móti hugsanini um spunasmíð.

Kortið, ið varð borið í hvørt hús undan løgtingsvalinum 2008, skapti nógva øsing. Eingin visti, hvør sendi kortið til allar føroyingar.

Hvør kapitil í bókini ”Fjølmiðlar” endar við stuttum kjakuppgávum, meðan djúptøknari uppgávur eru aftast í bókini. Í sambandi við kristiliga kortið eru tvey kjakevni á bls. 18:

* Dulnevnda kristiliga kortið skapti nógv kjak undan løgtingsvalinum 2008. Hevði kortið skapt líka nógv kjak, um vit kendu avsendaran?

* Var kristiliga kortið gott ella vánaligt spunasmíð undan valinum?

Kelda: Birgir Kruse ”Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008)