Birgir, Gyðja, Kinna og Bárður við pressuna, har tveir litografiskir steinar hjá Tórbirni Olsen síggjast. Á páskum verður skipað fyri limaferð til Solnhofen í Suðurtýsklandi at heinta tílíkar steinar (Mynd: Jan Andersson)
Í kvøld var fyrsti ársaðalfundur í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti, Føroya Grafiska Verkstaði, sum heldur til á Skálatrøð í Havn.
Nevndin, sum varð afturvald, hevur eftir aðalfundin skipað seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir kassameistari og Kinna Poulsen er tiltakslimur.
Steinbrá hevur egnan Facebook-profil, har kunnað verður um virksemið.
Her er meir at lesa um Steinbrá.