Skip to main content

Bretskar ímyndir og Føroyar á talvuni


Mini-bilar uppá tilboð, og so Birgir og ein Beefeater frammanfyri einum veruligum Mini (Myndir: Birgir Kruse og Heini Nygaard)

Mini-bilurin hjá British Leyland man vera ein hin fremsta ímyndin av bretskari mentan og bretskum lívsstíli. Ikki minst tá ein Beefeater kemur framvið og vil vera við á myndini.

Oysterkort á togstøðini við lagsbrøðrum í baksýni (Myndir: Birgir Kruse)

London er stórur býur, sum fevnir um stórt øki, har drúgt er at koma fram. Tá er eitt Oyster-kort hent at hava. Tað kann brúkast bæði í undirgrund og í bussi, so bíligt er at koma fram.

Fyrsti fyrilestur á Bett stevnuni í Olympia í Hammersmith í dag, var um sosialar miðlar í einum skúla í Bedford. Har brúktu tey altskyns talgildar møguleikar at lýsa ferðir í Kina, samstarv við Spania og annars daglig viðurskifti, so sum at lýsa nýggja vesið á skúlanum. Forvitni og faklig motivering hjá næmingum lógu til grund fyri øllum hesum kveikjandi virksemi.

Aimee Barton lærari og tveir skúlanæmingar frá Bedford (Mynd: Birgir Kruse)

Einki er sum at møta føroyingum og finna fram til føroysk viðurskifti, tá ein er í útlegd. Í dag møttu vit Finni Jensen, lærara á Handilsskúlanum. Hann er her saman við øðrum, sum fyrireika Skúladepilin við Marknagil í Havn. Saman, hugdu vit eftir útgerð til skúlaútvarp.

Finn Jensen í skúlastovuni hjá School Radio (Mynd: Birgir Kruse)

At læra fremmand mál er ein týðandi partur í føroyskar eins og altjóða undirvísing. Á eina básinum í Olympia í Hammersmit rendu vit okkum í eitt málskeið fyri fremmand í føroyskum máli.

Skeið í føroyskum, sum fæst á fløgu og álinju (Mynd: Birgir Kruse)

Í flestu altjóða forritum eru Føroyar burtur og ikki partur av teksti og uppgávum. Hesin maður var skjótur at rætta feilin og seta Føroyar á norðuratlantiska kortið.

Hann hevur júst funnið Føroyar, sum í løtuni týða alt (Mynd: Birgir Kruse)

Hesi bæði umboða bretska áhugafelagið Geographical Association og vilja knýta samband við Føroyar, so oyggjarnar verða lýstar í teirra tíðarriti Teaching Geography.

Umboð fyri áhugafelagið Geographical Associaton (Mynd: Birgir Kruse)

Prentarar eru ikki tað, teir hava verið. Nú fáast 3D prentarar og køkuprentarar. Úr einum stórum kassa, til høgru á mittastu myndini niðanfyri, kunnu teir fyrrnevndu prenta lutir, sum eru í 3D, so sum eitt høvd á einum dinosauri. Í øðrum lagi kunnu køkuprentarar skriva út eina mynd ella eitt búmerkið, á køku ella sleikisneis.



3D prent og køkuprent á Bett Show í London (Myndir: Birgir Kruse og Rói Joensen)

Millum sjónligastu rák á teknologisku undirvísingarstevnuni Bett Show í Hammersmith í London, eru tær interaktivu skúlatalvurnar. Panasonic hevur stórar talvur við lutum, ið kunnu flytast og stavast, meðan Smart Board hevur ment eina heilt nýggja talvu, har til ber at mála og tekna við penslum í øllum støddum.


Rói Joensen við interaktivu talvuna frá Panasonic. Ein listamarður er settur at mála á nýggju talvuna hjá Smart Board (Myndir: Birgir Kruse)

Tá undirritaði hevur havt orðið nóg leingi og wc-brettið á barrini vísir orðið Vitin, eru stundir at fara heim. Tað er so vist og satt. Og soleiðis fór hesin dagur í kav!


Vitin - sigur áskriftin. Tá eru stundir at fara heim (Myndir: Rói Joensen og Birgir Kruse)